bilførari koyrdi so mikið skjótt, at hann fekk klipp í koyrikortið fyri at hava koyrt ímillum 21 og 30 kilometrar meiri enn loyvt er. Annas hava nakrir bilførarar fingið bót fyri at tosa í handhildnari fartelefon [...] fingu fýra bilførarar bót. Men ein av teimum koyrdi eisini so mikið skjótt, at hann mistu koyrikortið treytað. Tað merkir, at hann koyrdi ímillum 31 kilometrar og 40 kilometrar skjótari enn hann hevði loyvi [...] Seinastu tíðina hevur løgreglan gjørt rættiliga nógv burtur úr at kanna ferðsluna. Og tað gjørdu tey aftur í gjár og tá vóru teir eisini nakrir bilførarar, sum fingu bót. Tá ið løgreglan kannaði ferðsluna
væntandi inn at landa fyrst í næstu viku, men ivasamt er, um hini línuskipini koma inn í vikuni, sum kemur, tí skipini eru nýliga byrjaði nýggjan túr. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at línuskipini [...] fiskar í íslendskum sjógvi og kemur heim at landa miðskeiðis í næstu viku. Sama er við einum línuskipi, sum fiskar á Føroyabanka. Teir koma helst eisini inn at landa miðskeiðis í vikuni. - So eru fýra [...] . Um útlitini til útróður í næstu viku, verður sagt, at streymurin verður góður, og veðrið verður helst eisini brúkiligt. Tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri. - Men, fiskiskapurin hjá útr
McLeod Jacobsen staðfestir, at tað bleiv sum tað ofta hevur verið hjá Skála í Betrideildini í ár. Tá fyrsta eitt mál fer inn, so er skjótt, at tað næsta kemur. Bill greiðir frá, at skálamenn fara ikki í summarfrí [...] koma eisini aftur, og tí er týðandi at halda fast við venjingarnar. Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Bill McLeod Jacobsen. HER ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við annan [...] Leingi var javnleikur í Fuglafirði tá Skála vitjaði ÍF, og skálamenn høvdu gjarna selt dystin fyri at fingið eitt stig. Men ÍF hevur toppskjúttan í Betrideildini, og seinasta korterið var Skála skotið
aftur fyri durum, og fleiri eru longu farin at skjóta fýrverk. Djóraverndarfelagið minnir tí á, at tað eru fleiri djór, sum eru so bebbarødd fyri fýrverki, at tey rýma, fáa tey møguleikan. Summi koma ongantíð [...] mest møguligt, og ansið eftir at úthurðin ikki stendur opin, so tey kunnu leypa út, sigur Djóraverndarfelagið eisini. Djóraverndarfelagið minnir somuleiðis á, at til ber at seta seg í samband við djóralæknan [...] ongantíð aftur. – Vit vilja minna tykkum á at ansa væl eftir djórunum, nú nýggjárið nærkast. Vit fáa nógvar fráboðanir hvørt ár um djór, sum eru rýmd, tí tey eru bangin fyri fýrverki, og summi eru tíverri
bót fyri at koyra uttan at hava koyrt ísin av rútinum, so sýnið hjá teimum var avmarkað, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Hann sigur, at tað er einki at ivast í, at løgreglan fer at gera fleiri [...] tí teir ikki høvdu spent børnini í trygdarbeltið. Ikki færri enn 19 bilførarar fingu bót fyri ikki at hava koyrikortið uppi á sær. 13 sótu í ongum trygdarbelti, og í átta førum bleiv bót skrivað fyri
heimstað. Saman við tær, vil eg, virka fyri at ongin verður gloymdur, at øll verða sædd, hoyrd og vird. Hetta eigur at verða galdandi regla, tá talan er um at leggja til rættis fyri øllum við serligum tørvi [...] og súkkluteigar og atkomu til alt kommunalt innandura virksemi, í almenna rúminum og ikki at gloyma møguleikan at kunna njóta útsýni frá fjallatindi. Gott val ! Jógvan Andrias Joensen, vónborið valevni fyri [...] Vit eru øll fødd við ymiskum virðismiklum evnum. Tađ er tí sera umráðandi at virđa øll menniskju við sínum handverks- og andverksevnum annahvørt talan er um: Bátasmiðin, dansaran, seymaran, sjónleikaran
vísir tað seg, at tað bert hevur verið neyðugt at lænt umleið 60 milliónir krónur, sigur Heðin Zachariassen. Hann greiðir frá, at í teimum 127 milliónunum hevur man brúkt 12,5 milliónir til at keypa Eiðis [...] Heðin Zachariassen, borgarstjóri, sigur, at endliga kostnaðurin av skúlanum liggur um 127 milliónir krónur. - Upprunaliga høvdu vit mett, at vit skuldu læna um 70 milliónir krónur til byggingina, men nú [...] hevur Sunda Kommuna í sambandi við byggingina av nýggja skúlanum eisini brúkt eina millión krónur til at listprýða nýggja skúlan.
útgongubannið kom í gildi klokkan tíggju. Pávin legði í prædikuni dent á, at øll hava skyldu at hjálpa fólki í neyð. Hann segði, at øll eiga at hugsa um okkara órættvísi mótvegis so mongum av okkara brøðrum og [...] eftir ogn og stokkutari njóting. – Gud kom millum okkum í fátækadømi og segði okkum, at vit vísa honum kærleika við at tæna teimum fátøku, segði pávin. [...] midnáttarmessan hildin fyrr á kvøldinum og síðani sjónvarpað á midnátt. Bert hundrað fólk sluppu innar at lurta, vanliga eru upp í tíggju túsund fólk inni í sjálvari Pæturskirkjuni. Eitt minni tal av kardinalum
ggum, so at øll verða tikini við. Smærru ítróttargreinar, eins væl og tær stóru, eiga at fáa pláss í hesi ætlan. Rúm skal verða fyri øllum. Sjálvbodna arbeiðið innan mentan og ítrótt ger, at borgarar okkara [...] Sjálvbodna arbeiðið, sum ger at ung, sum gomul, hava eina ørgrynnu av frítíðartilboðum innan ítrótt og mentan, skal stuðlast. Tað ger kommunan við at skapa karmarnar – tey sjálvbodnu reka virksemi. Ein [...] hava eisini týdning fyri børn við serligum tørvi – tað hevur týdning, at mong tilboð eru á staðnum. Vel nýggja orku í býráðið – eg fari at gera mun! Jóannes Guttesen, valevni fyri Tjóðveldi til býráðsvalið
tunnilsmunnan fóru niður so at bilar ikki sluppu ígjøgnum. Av tí, at talan var um mitt á nátt, órógvaði tað ikki ferðsluna nakað serligt, men tá ið málið varð kannað, uppdagaðu tey, at ótangar høvdu brotið rútarnar [...] okkurt so at bummarnir fóru niður. Løgreglan kannar málið sum herverk, og tey siga, at tey standa ikki heilt á berum. Annars fór alarmurin á smoltstøðini á Viðareiði eisini frá í gjárkvøldið, so fyri at binda [...] heilan fingur, vórðu bæði løgregla og sløkkiliðið í Klaksvík og á Viðareiði, boðsend. Men tað vísti seg, at talan var bara um eitt tekniskt brek í eini oljufýring, so har hendi eingin skaði.