Vit eru øll fødd við ymiskum virðismiklum evnum.
Tađ er tí sera umráðandi at virđa øll menniskju við sínum handverks- og andverksevnum annahvørt talan er um: Bátasmiðin, dansaran, seymaran, sjónleikaran, skiparan, teknaran, teldusnillingin, tónleikaúrmælingin, uppfinnaran, uppalaran, yrkjaran osfr. í øllum aldri og standi.
Øll eru egin og mynda heimin á sín egna hátt, og soleiðis eisini mín og tín heimstað.
Saman við tær, vil eg, virka fyri at ongin verður gloymdur, at øll verða sædd, hoyrd og vird.
Hetta eigur at verða galdandi regla, tá talan er um at leggja til rættis fyri øllum við serligum tørvi. Eins og tá talan er um fjølbroytta bústaðarbygging, vegir og gøtur, gongu- og súkkluteigar og atkomu til alt kommunalt innandura virksemi, í almenna rúminum og ikki at gloyma møguleikan at kunna njóta útsýni frá fjallatindi.
Gott val !
Jógvan Andrias Joensen,
vónborið valevni fyri Norðoya Tjóðveldisfelag











