##med2##
Leingi var javnleikur í Fuglafirði tá Skála vitjaði ÍF, og skálamenn høvdu gjarna selt dystin fyri at fingið eitt stig.
Men ÍF hevur toppskjúttan í Betrideildini, og seinasta korterið var Skála skotið í sor av reinum hattricki, ið Uros Stojanov skoraði fyri ÍF.
Bill McLeod Jacobsen staðfestir, at tað bleiv sum tað ofta hevur verið hjá Skála í Betrideildini í ár. Tá fyrsta eitt mál fer inn, so er skjótt, at tað næsta kemur.
Bill greiðir frá, at skálamenn fara ikki í summarfrí, tí liðið má í arbeiðshandskarnar. Skaddir menn koma eisini aftur, og tí er týðandi at halda fast við venjingarnar.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Bill McLeod Jacobsen.
HER ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við annan av venjarunum hjá ÍF, Hans Jørgen Djurhuus.