Eitt línuskip fiskar í íslendskum sjógvi og kemur heim at landa miðskeiðis í næstu viku. Sama er við einum línuskipi, sum fiskar á Føroyabanka. Teir koma helst eisini inn at landa miðskeiðis í vikuni.
- So eru fýra onnur línuskip undir Føroyum. Eitt kemur væntandi inn at landa fyrst í næstu viku, men ivasamt er, um hini línuskipini koma inn í vikuni, sum kemur, tí skipini eru nýliga byrjaði nýggjan túr.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at línuskipini hava eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Eitt av skipunum roynir tó eftir svartkalva.
Um útlitini til útróður í næstu viku, verður sagt, at streymurin verður góður, og veðrið verður helst eisini brúkiligt. Tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri. - Men, fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er heldur lakari nú, verður lagt aftrat.