Heimsins fátøku fólk vóru í miðdeplinum, tá ið pávin í gjárkvøldið hevði midnáttarmessu í Pæturskirkjuni í Vatikaninum.
Orsakað av koronusmittuni var midnáttarmessan hildin fyrr á kvøldinum og síðani sjónvarpað á midnátt. Bert hundrað fólk sluppu innar at lurta, vanliga eru upp í tíggju túsund fólk inni í sjálvari Pæturskirkjuni. Eitt minni tal av kardinalum og øðrum hjálparfólki var eisini til staðar.
Midnáttarmessan varð hildin klokkan hálvgum átta, so fólk sluppu heimaftur, áðrenn útgongubannið kom í gildi klokkan tíggju.
Pávin legði í prædikuni dent á, at øll hava skyldu at hjálpa fólki í neyð. Hann segði, at øll eiga at hugsa um okkara órættvísi mótvegis so mongum av okkara brøðrum og systrum í okkara endaleysu girnd eftir ogn og stokkutari njóting.
– Gud kom millum okkum í fátækadømi og segði okkum, at vit vísa honum kærleika við at tæna teimum fátøku, segði pávin.