Seinastu tíðina hevur løgreglan gjørt rættiliga nógv burtur úr at kanna ferðsluna. Og tað gjørdu tey aftur í gjár og tá vóru teir eisini nakrir bilførarar, sum fingu bót.
Tá ið løgreglan kannaði ferðsluna í bygdum øki norðan fyri, fingu fýra bilførarar bót. Men ein av teimum koyrdi eisini so mikið skjótt, at hann mistu koyrikortið treytað. Tað merkir, at hann koyrdi ímillum 31 kilometrar og 40 kilometrar skjótari enn hann hevði loyvi til. Sostatt má hann taka koyrikortið av nýggjum, annars verður tað tikið.
Ein annar bilførari koyrdi so mikið skjótt, at hann fekk klipp í koyrikortið fyri at hava koyrt ímillum 21 og 30 kilometrar meiri enn loyvt er.
Annas hava nakrir bilførarar fingið bót fyri at tosa í handhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu bil, men nakrar bilførarar hava eisini fingið átalu fyri at onkrar perur ikki lýstu.