Heðin Zachariassen, borgarstjóri, sigur, at endliga kostnaðurin av skúlanum liggur um 127 milliónir krónur.
- Upprunaliga høvdu vit mett, at vit skuldu læna um 70 milliónir krónur til byggingina, men nú tá ið vit eru komin á mál, vísir tað seg, at tað bert hevur verið neyðugt at lænt umleið 60 milliónir krónur, sigur Heðin Zachariassen.
Hann greiðir frá, at í teimum 127 milliónunum hevur man brúkt 12,5 milliónir til at keypa Eiðis Kommunu út úr skúlasamstarvinum.
- Harumframt hava vit fingið tvey nýggj parkeringspláss við pláss fyri nærum 100 bilum, allir næmingar hava fingið sína egnu teldu, og vit hava keypt innbúgv til bæði tann gamla skúlan og musikskúlan umframt nýggja skúlan, sigur borgarstjórin.
Umframt áðurnevndu ting hevur Sunda Kommuna í sambandi við byggingina av nýggja skúlanum eisini brúkt eina millión krónur til at listprýða nýggja skúlan.











