Herverk í Viðareiðistunlinum

Løgreglan stendur ikki á berum

Í nátt varð boðað frá herverki í Viðareiðistunlinum. Fólk vóru varug við tað, tá i bummarnir við tunnilsmunnan fóru niður so at bilar ikki sluppu ígjøgnum. Av tí, at talan var um mitt á nátt, órógvaði tað ikki ferðsluna nakað serligt, men tá ið málið varð kannað, uppdagaðu tey, at ótangar høvdu brotið rútarnar í tveimum neyðskápum og høvdu latið hurðarnar upp og har høvdu tey gjørt okkurt so at bummarnir fóru niður.

Løgreglan kannar málið sum herverk, og tey siga, at tey standa ikki heilt á berum.

Annars fór alarmurin á smoltstøðini á Viðareiði eisini frá í gjárkvøldið, so fyri at binda um heilan fingur, vórðu bæði løgregla og sløkkiliðið í Klaksvík og á Viðareiði, boðsend.

Men tað vísti seg, at talan var bara um eitt tekniskt brek í eini oljufýring, so har hendi eingin skaði.