Hetta er ein trupulleiki á hvørjum ári

Ofta rýma djór, tí tey eru bangin fyri fýrverki, og summi eru tíverri ongantíð komin aftur

So er nýggjárið aftur fyri durum, og fleiri eru longu farin at skjóta fýrverk. Djóraverndarfelagið minnir tí á, at tað eru fleiri djór, sum eru so bebbarødd fyri fýrverki, at tey rýma, fáa tey møguleikan. Summi koma ongantíð aftur.

– Vit vilja minna tykkum á at ansa væl eftir djórunum, nú nýggjárið nærkast. Vit fáa nógvar fráboðanir hvørt ár um djór, sum eru rýmd, tí tey eru bangin fyri fýrverki, og summi eru tíverri aldrin komin aftur, sigur Djóraverndarfelagið.

– Ansið tí serliga væl eftir dagarnar áðrenn og eftir nýggjárið. Latið ikki djórini vera leys í garðinum, og tá tit fara túr. Havið djórini inni mest møguligt, og ansið eftir at úthurðin ikki stendur opin, so tey kunnu leypa út, sigur Djóraverndarfelagið eisini. 

Djóraverndarfelagið minnir somuleiðis á, at til ber at seta seg í samband við djóralæknan, um djórið skal hava sissandi heilivág.