ikki tann uppfatan, sum vit hava havt av danska heilsuverkinum. Kanska vit hava livað við einari falskari trygd í Føroyum. Vit hava í hvørt fall hildið, at viðgerðirnar í Danmark eru í topp, men hendan kanningin [...] tað er skeivt einans at hyggja at krónunum. Vit mugu hyggja at góðskuni av viðgerðunum. Eg haldi, at tað er neyðugt, at vit venda eygunum aðrastaðni, so at vit sleppa undan hesum automatiska sambandinum [...] álvarsligt fyri okkum, tí at vit hava somikið tætt samstarv við danska heilsuverkið. Tað er ein sannroynd, at føroyska heilsuverkið er verri enn danska heilsuverkið, og tá ið tað nú vísir seg, at danska he
men útlitini eru ikki serliga góð. - Sum støðan er í løtuni, so eru Føroyar, ES og Norra samd um makrelbýtið, meðan Ísland og Grønland eru uttanfyri semjuna. - Í semjuni um norðhavssild eru føroyingar uttanfyri [...] uttanfyri, tí vit ikki eru nøgd við okkara lut av býtinum. - Viðvíkjandi býtinum av svartkjafti, so er tað ES, ið hevur uppsagt semjuna, meðan vit føroyingar heldur ikki eru nøgdir við okkara part av býtinum [...] Samráðingartoymið hjá Fiskimálaráðnum hevur úr at gera í hesum døgum, nú strandarlondini eru farin undir samráðingar um tríggjar av teimum stóru fiskastovnunum, svartkjaft, norðhavssild og makrel. Str
til samskiftið við umheimin. -Vit hava havt netsamband frammanundan, men tað gekk ikki altíð so væl. Haraftrat gekk tað rættiliga tungt til tíðir. -Hetta sambandið, vit nú hava fingið, er sum dagur og nátt [...] hesum sambandi varð ringt til Kolturs, har Bjørn Patursson bara kundi staðfesta, at nú var framtíðin av álvara komin til oynna. Allar upplýsingar Bjørn Patursson er ein virkin maður á mongum økjum, og [...] fleiri vinnumøguleikum á smáoyggjunum. Hesar kunnu virka kappingarførar á alnótini. -Karmarnir eru gjørdir. Og nú er so møguleiki at fylla teir út, sigur býráðið
í einum heimi. -Tá vit hava keypt alt og hava pakkað tað inn, fara vit út á ein átta tíma langan koyritúr til eitt stað, har pakkarnir skulu latast teimum neyðstøddu. -Íalt rokna vit við at einar 50 familjur [...] við peningi. Íalt hava fólk latið 172.000 kr. Men peningur streymar inn alla tíðina. Og sjálvt nú, tey eru ávegis til Sri Lanka kemur peningur inn. So seint sum mikukvøldið, í øllum vindinum og heglinginum [...] eisini varð harðliga rakt av flóðalduni. Stella og maðurin, Petur, saman 1 1/2 ára gamla barni teirra, eru í løtuni á veg til Sri Lanka. Tey fóru úr London í gjárkvøldi, og skulu eftir ætlan lenda á Sri Lanka
fyrr vóru munandi fleiri til hetta hugnaliga tiltakið, eru tey nú sum oftast bert eini trý-fýra savnaði saman. -Vit eru munandi færri nú, tí tey deyvu nú er spjødd meiri kring landið. -Tey hava sítt arbeiði [...] og eg valdi so at fara á ta praktisku linjuna. -Her gjørdu vit alt møguligt ? vit plantaðu trø, plantaðu blómur, gjørdu gøtur og so gjørdu vit eisini snikkaraarbeiði. Tað dámdi mær sera væl, sigur Ásmund [...] hava teir bert verið tveireinir í húsi, tí tann eini hevur verið til skips. Hann er afturkomin nú, so nú eru teir tríggir. Ásmund dámar væl at lesa. Hann lesur tey føroysku bløðini og annað. Og so hyggur
áðrenn kappingina, og nú er stundin komin hartil, at hon skal framføra sangin fyri dómsnevndini í Barnaprix 2005. Hon veit, at ein onnur genta er harinni beint nú, og tá hon er komin út aftur, er tað hennara [...] út frá hesum, og hevur soleiðis sungið hann fyri sær sjálvari ferð eftir ferð. Nú er ikki tíð at hugsa meiri um tað, tí nú sigur Mark at hon skal fara inn. Undir: Ov høgur Inni í høllini sær hon dómsnevndina [...] - OK, Maria. Hatta var ein nokkso ringur sangur, sigur Malan. - Dugir tú ikki onkran annan, so at vit rættiliga kunnu hoyra rødd tína? Maria finnur ikki beinanvegin uppá nakað annað lag soleiðis í eini
spurningur: Hví lækka vit prísin, hóast vit eru einsamallir á rutuni? -Svarið er, at vit ikki á nakran hátt ynskja at misbrúka tað, at vit eru einsamallir á rutuni. Heldur hinvegin, ynskja vit at økja um útboðið [...] men at tað bara er hetta flogfelagið sum røkir rutusambandið beint nú. Teir eru altíð í kapping við aðrar. At teir so økja túratalið nú, samstundis sum teir lækka prísirnar verður gjørt, meðan felagið - [...] av øðrum til at gera tað sama. -Vit hava nakrar skyldur í felagnum, men vit vilja eisini fegnir spæla ein virknan leiklut í ferðingini hjá føroyingum. -- Tí ynskja vit at bjóða øllum ein hóp av fráferðum
at lesandi ikki skulu verða verri fyri. -- Men vit rokna kortini við, at lesandi og ungdómur í nógv størri mun fara at brúka bíligaru prísirnar, sum tey nú hava atgongd til. Og tað fara tey at gera júst [...] til góða. Men hesum er Magni Arge als ikki samdur í, av teirri einfaldu orsøk at samanberingarnar eru skeiv. Tí, sum hann sigur: "Hon tekur ikki støði í prísum sum vóru galdandi. -Eg rokni við at tey sammeta [...] ld. -Lækkingin er tí 520 DKK ? og tað stendur rimmarfast, sigur stjórin í Atlantsflog. Treytirnar eru eisini broyttar, soleiðis at ein kann verða burtur upp til 14 dagar og er ikki avmarkaður til vikuskiftið
hjá Britney Spears, Nik og Jay, Brian McFadden og øðrum kendum nøvnum, sum eru frammi í tíðini. Og tey ungu í Fuglafirði eru ikki bangin fyri at siga sína hugsan um tónleikin, tá Sosialurin leggur leiðina [...] heim til mammu, nú døgurðin stendur fyri framman. Nakrar gentur í 7. og 9. flokki standa kortini enn uttanfyri Mentanarhúsið og tosa um framførsluna. TAÐ er tónleikur Hesar seks genturnar eru eisini á ójavnum [...] skera útí at flenna. Tær eru í øllum førum samdar um, at tær ikki rættiliga skiltu tónleikin, hóast tónleikararnir uttan iva hava dugað væl at spælt. Annar vinkul Hóast tær eru rættiliga samdar um tónleikin
Fuglafjørður: - Åh, eru tað tit báðir! Eg trúði at tað vóru hesir 40 íslendingarnir. Vit eru farnir á gátt í Piddasa Handli í Fuglafirði, har Odvør á Lakjuni, sum stendur í handlinum, tekur vinarliga móti [...] og hava nú boðað frá, at tey eru ávegis til Fuglafjarðar. Sum ein part av skránni har er ætlanin at støkka inn á gólvið í handlinum, sum Heimavirkisfelagið í bygdini rekur. Í handlinum hava tey nú gjørt [...] reiðar, og nú bíða tey bert eftir gestunum. Hóast hetta so gevur Odvør sær tíð til at siga okkum frá einum parti av virkseminum í handlinum, har tey hava húsast tey seinastu átta árini. - Hetta eru góð hølir