- Útlitini eru ikki serliga góð

Tað metir Høgni Hoydal, nú samráðingar eru um makrel, norðhavssild og svartkjaft.

Samráðingartoymið hjá Fiskimálaráðnum hevur úr at gera í hesum døgum, nú strandarlondini eru farin undir samráðingar um tríggjar av teimum stóru fiskastovnunum, svartkjaft, norðhavssild og makrel.


Strandarlondini settust við fundarborðið í London mánadagin, har svartkjaftur var á skránni. Á tí fundinum eru Føroyar, ES, Ísland og Noreg strandarlond, meðan Grønland og Russland eru við sum eygleiðarar. Í dag frættist tó, at tað ikki eydnaðist londunum at finna eina semju um býtið.


Fundarvirksemi endar tó ikki har, tí í dag byrjaðu samráðingarnar um norðhavssild, har Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland sita við samráðingarborðið, meðan Grønland er við sum eygleiðari.


Í næstu viku er tað so makrelurin í er á skránni, tá Føroyar, ES og Noreg hittast í Írlandi. Á tí fundinum eru Grønland, Ísland og Russland eygleiðarar.


In.fo hevur tosað við Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra, um støðuna hjá Føroyum í samráðingunum. Nýggi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er ikki serliga bjartskygdur um, at tað skal eydnast at finna eina semju.


- Endamálið við hesum fundunum er, at fáa gongd aftur á samráðingarnar, men útlitini eru ikki serliga góð.


- Sum støðan er í løtuni, so eru Føroyar, ES og Norra samd um makrelbýtið, meðan Ísland og Grønland eru uttanfyri semjuna.


- Í semjuni um norðhavssild eru føroyingar uttanfyri, tí vit ikki eru nøgd við okkara lut av býtinum.


- Viðvíkjandi býtinum av svartkjafti, so er tað ES, ið hevur uppsagt semjuna, meðan vit føroyingar heldur ikki eru nøgdir við okkara part av býtinum frá 2006. Sostatt er tað í teimum báðu stóru fiskastovnunum, at eingin semja er.


Landsstýrismaðurin greiðir frá, at man fyrst roynir at finna eina heildarkvotu, men broyttu umstøðurnar í Norðuratlantshavinum kann gera støðuna verri.


- Broyttu umstøðurnar í Norðuratlantshavinum og ávirkanin á fiskastovnarnar gera, at tað er ein trupul støða at finna semjur um býtið.


- Roynt verður í fyrstu atløgu at semjast um eina heildarkvotu, har ICES mælir til at minka um kvotuna av makreli og svartkjafti, meðan sildakvotan kann hækka. Sjálvandi er sjálvt býtið millum londini tað torførasta, og tað gerst ikki lættari, um heildarkvotan skal lækkast.