-<DPTAB>&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;Breiðbandið er sum dagur og nátt

Koltur hevur nú fingið nýtt og skjóttkoyrandi teldusamband. Tað fegnast bóndin, Bjørn Patursson um. ? Eg kann ikki vera breiðbandið fyri uttan, sigur hann.

Koltur: - Vit hava ikki meiri enn hugt á skýggjan, so er alt avgreitt!
Ein fegin Bjørn Patursson, bóndi í Koltri kundi fyrrapartin í gjár taka ímóti teirri gávuni, sum breiðbandið fer at geva teimum.
Koltursbóndin sigur, at hetta sambandið fer at gera tað munandi lættari hjá teimum í dagliga arbeiðinum. Og fer tað at geva teimum eitt gott amboð til samskiftið við umheimin.
-Vit hava havt netsamband frammanundan, men tað gekk ikki altíð so væl. Haraftrat gekk tað rættiliga tungt til tíðir.
-Hetta sambandið, vit nú hava fingið, er sum dagur og nátt ímóti tí sum var. Jú, her er munur á, sigur Bjørn Patursson.
Á samkomu fyrrapartin í gjár handaði vinnumálaráðharrin, Bjarni Djurholm hetta breiðbandssambandið til Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn, sum í dag eisini umfatar bygdirnar Hest og Koltur.
Í hesum sambandi varð ringt til Kolturs, har Bjørn Patursson bara kundi staðfesta, at nú var framtíðin av álvara komin til oynna.

Allar upplýsingar
Bjørn Patursson er ein virkin maður á mongum økjum, og fyri ein slíkan mann er neyðugt at hava gott samskifti, og at kunna fylgja við í tí, sum rørist innan tey økini, hann hevur áhuga í.
Hvussu neyðugt tað er við breiðbandi og alnót sæst best av, at tey fáa vanliga bert post tvær ferðir um vikuna.
-Við breiðbandi havi eg møguleika at lesa bæði føroysk og útlendsk bløð. Og eg kann eisini lættliga fáa fatur á øllum teim upplýsingum, eg ynski, sigur Bjørn.
Hann er eisini virkin í ymiskum nevndararbeiði heima og úti, og hevur tí stóran tørv á at kunna samskifta við hinar nevndarlimirnar á ein skjótan og greiðan hátt.
Umframt alt hetta so hevur hann ikki færri enn tvær heimasíður, m.a. í sambandi við ferðavinnu, og sum eisini skulu røkjast og dagførast. Tí er sera umráðandi hjá honum at hava eitt gott, trygt og ikki minst skjótt netsamband.
- Hetta havi eg nú, og tí kann eg bara siga, at eitt slíkt samband kann eg als ikki vera fyriuttan, sigur Bjørn.

Fleiri vinnumøguleikar
Tað var Heðin Mortensen sum fyrstur var at ynskja Bjørn Patursson tillukku við nýggja og ikki minst góða sambandinum.
Á samkomuni vóru eisini Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverki og Eyðfinn Lenvig, sum er fyrrverandi borgarstjóri í Hests kommunu, sum eisini fevnir um ? ella fevndi um ? Koltur.
Tað var í hansara tíð sum borgarstjóri at ætlanirnar um hetta sambandið komu fram, og hann hevur verið ein íðin stríðsmaður fyri at bygdarfólkið í Hesti og Koltri kundi fáa hetta sambandið.
Tórshavnar Kommuna skal sjálv umsita kervið, men tað merkir ikki, at kommunan skal taka sær av sjálvum haldinum av breiðbandinum.
Fyri býráðið er eingin ivi um, at hetta sambandið letur upp fyri fleiri vinnumøguleikum á smáoyggjunum. Hesar kunnu virka kappingarførar á alnótini.
-Karmarnir eru gjørdir. Og nú er so møguleiki at fylla teir út, sigur býráðið