Tað er Høgni Hoydal, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, sum spyr landsstýriskvinnuna í vinnumálum, Sirið Stenberg um málið, sum er reist ímóti sýslumanni og grindaformonnum í sambandi við at grind er hildin til.
Høgni Hoydal spyr soleiðis:
1. Metir landsstýriskvinnan, at tað er heimild í lógini um djóravælferð at reisa mál ímóti sýslumonnum og grindaformonnum í sambandi við at halda grind til?
2. Kann landsstýriskvinnan vátta, at alt, sum snýr seg um grindadráp og aðra veiðu av villini djórum í okkara egna náttúrutilfeingi, er skipað í serstakari føroyskari lóg og reglum, sum ikki kunnu setast til viks av aðrari lóg?
3. Hvat ætlar landsstýriskvinnan at gera til tess at tryggja, at útlendskir felagsskapir ikki umvegis ákæruvaldið og løgregluna í Føroyum kunnu reisa mál um avgerðir og fyriskipanir, sum eru heimilað í grindalógini?
Í viðmerking til fyrispurnignin sigur Høgni Hoydal, at tað nú er váttað, at skuldsetingar eru reistar ímóti sýslumanni og grindaformonnum í Føroyum í sambandi við kærur frá útlendskum felagsskapum, ið vilja steðga grindadrápi í Føroyum.
– Tí verður spurt, hvat landsstýrið veit um og ger við hetta mál, soleiðis, at tað er grindalóggávan í Føroyum, sum framhaldandi er grundarlagið fyri allari regulering av tí, ið hevur við grindarakstur, at halda grind til og at býta grind í Føroyum at gera, sigur Høgni Hoydal.
Landsstýriskvinnan hevur tvær vikur at svara grein 52a fyrispurninginum.











