Prísir: - Eg ivist onga løtu í, at júst lesandi og teirra avvarðandi fáa stóra gleði av nýggju prísskipanini, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog í viðmerking til greinina longur frammi í blaðnum.
Her gera lesandi viðmerkingar til hesa skipanina, og siga, at hon ikki kemur teimum til góða.
Men hesum er Magni Arge als ikki samdur í, av teirri einfaldu orsøk at samanberingarnar eru skeiv. Tí, sum hann sigur: "Hon tekur ikki støði í prísum sum vóru galdandi.
-Eg rokni við at tey sammeta við ein kampanjuprís, sum var í gildi eitt avmarkað tíðarskeið, sigur Magni
Ein verulig lækking
Bíligasti prísurin, sum var galdandi í gomlu prísskipanini var 2.010 DKK fyri eina vikuskiftisferðaseðil, umframt ferðaavgjøld.
- Treytirnar, ið fylgdu við vóru, at tú í fyrsta lagi kundi fara hósdag og í seinasta lagi koma heim mánadag, sigur hann.
Men í nýggju prísskipanini er bíligasta prískombinatiónin 745 DKK + 745 DKK = 1.490 DKK fyri retur ferðaseðil, umframt feraðavgjøld.
-Lækkingin er tí 520 DKK ? og tað stendur rimmarfast, sigur stjórin í Atlantsflog.
Treytirnar eru eisini broyttar, soleiðis at ein kann verða burtur upp til 14 dagar og er ikki avmarkaður til vikuskiftið.
Tað ber eisini til at fáa ein retur ferðaseðil fyri 1.690 DKK (745 DKK + 945 DKK) ella 1.890 DKK (945 DKK + 945 DKK) ella 2.090 DKK (945 DKK + 1.145 DKK) - allir prísir uttan ferðaavgjøld.
Ferðaseðlar við apexlíknandi treytum og møguleika fyri broyting fáast frá 2.290 DKK (1.145 DKK + 1.145 DKK).
-"Gamli" prísurin fyri ungdóm og lesandi er framvegis varðveittur í skipanini, júst fyri at lesandi ikki skulu verða verri fyri.
-- Men vit rokna kortini við, at lesandi og ungdómur í nógv størri mun fara at brúka bíligaru prísirnar, sum tey nú hava atgongd til. Og tað fara tey at gera júst tí at tey hava lættari við at laga sínar ferðatíðir í mun til hvar bíligiari prísir eru at fáa.
Børnini
- Tað er rætt at barnaavsláttur ikki longur er galdandi fyri børn millum 12 og 15 ár, men hinvegin er avslátturin fyri børn upp til 12 ár hækkaður úr 33% upp í 50% - og ivaleyst man tað koma flestu lesandi til góða, tí teirra børn eru vónandi flest øll undir 12 ár!, sigur Magni.
Tað er fatanin hjá Atlantsflog, at tað er skil í at bjóða bíligari og smidligari prísir til øll, heldur enn yvirdrivnar bonusskipanir, sum serliga koma teimum til góðar, sum hava góð ráð at ferðast ofta - ella ferðast ofta fyri arbeiðsgevaran.
-Eg ivist onga løtu í, at júst lesandi og teirra avvarðandi fáa stóra gleði av nýggju prísskipanini, endar Magni Arge viðmerking sína.