Heilsufrøðiligu myndugleikarnir í Føroyum vita, at nøkur fólk eru deyð av botulismu – eisini her í Føroyum, men tíbetur hava fleiri ár verið ímillum, at slíkt hendir. Mynd: Tilvildarlig

Botulisma ikki at spæla við

Botulisma er ikki ein smittandi sjúka; hon smittar ikki frá persóni til ein annan, og hon smittar ikki gjøgnum luftina

Heilsufrøðiligu myndugleikarnir í Føroyum vita, at nøkur fólk eru deyð av botulismu – eisini her í Føroyum, men tíbetur hava fleiri ár verið ímillum, at slíkt hendir. Mynd: Tilvildarlig

Botulismu-bakterian kann koma í ymiskar matvørur og eitt nú í skerpikjøt, um reinførið ikki er í lagi, tá flett verður.

 

Um tað vil so illa til, at tú verður rakt/-ur av botulismu, kann sjúkan føra til lammilsir, og í ringasta føri kunnu andingarvøddarnir lammast, so fólk fáa ilt við at anda og kunnu kvalast.   

 

Hetta ljóðar ógvusligt, men soleiðis kann tað ganga, um reinførið ikki er í lagi við fletting, og allar ringast við til.

 

Sagt verður um botulismu, at sjúkueyðkennini kunnu koma millum seks og 36 tímar eftir, at eitraði maturin er etin.

 

Vert er at geva sær far um, at botulisma er ikki ein smittandi sjúka. Hon smittar ikki frá einum persóni til ein annan, og hon smittar ikki gjøgnum luftina.

 

Føroyar og meginparturin av heiminum lærdu nógv um reinføri, tá korona herjaði.

 

Soleiðis eiga vit eisini at hugsa um reinføri undir fletting og upptøku av slaktinum, tá hetta er matur, ið verður framleiddur, og at reinføri hevur stóran týdning.

 

Eitt eru góð ráð, men fólk, sum fáast við slakt og upptøku av slakti, noyðast sjálvi at brúka vanligt skil. Sama er hjá teimum, sum skulu keypa og eta av framleiðslu, sum ikki er undir nøkrum eftirliti.   

 

Heilsufrøðiligu myndugleikarnir í Føroyum vita, at nøkur fólk eru deyð av botulismu – eisini her í Føroyum, men tíbetur hava fleiri ár verið ímillum, at slíkt hendir. 

 

Málið skal sjálvsagt at vera, at eingin verður raktur av botulismu í samband við heimaframleiðslu, men skal eitt slíkt mál røkkast, er neyðugt, at gingið verður væl um við reinføri undir fletting og upptøku av slakti.

 

 

Heilsufrøðiligu myndugleikarnir í Føroyum vita, at nøkur fólk eru deyð av botulismu – eisini her í Føroyum, men tíbetur hava fleiri ár verið ímillum, at slíkt hendir. Mynd: Tilvildarlig