Hetta gjørdist ikki ein góður dagur hjá føroyingaliðunum í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Fyrr í dag taptu Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona greitt 30-40 fyri Hammarby í Stokkhólmi. Í steðginum vóru stokkhólmarnir á odda 21-14.
Tróndur fekk tríggjar málmøguleikar, og hann setti allar í netið. Hann legði eisini upp til eitt mál (assist).
Karlskrona hevur higartil vunnið tríggjar sigrar á heimavølli, men hevur tapt tríggjar dystir á útivølli. Úrtøkan er sostatt seks stig fyri seks dystir. Tað røkkur til eitt fimta pláss.
Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby hava eisini seks stig fyri seks dystir. Í kvøld taptu Rói og liðfelagarnir 24-29 fyri Önnered í Göteborg. Í steðginum var heimaliðið á odda 14-11.
Rói skoraði tvey mál upp á sjey málroyndir. Rói legði eisini upp til eitt mál.
Í morgin klokkan 15 spæla Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof dyst á útivølli móti Guif í Eskilstuna. Sävehof hevur bert trý stig fyri fimm dystir, og hevur tí hart brúk fyri einum sigri í morgin.