Fuglafjørður: - Puha, gott at koma út aftur í fríska luft!
Tær seks genturnar hava brúkt ? ella sum onkur teirra segði spilt ? ein heilan tíma í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Skúlin hevði skipað soleiðis fyri, at teir eldru flokkarnir skuldu fáa høvið at lurta eftir tónleiki við føroyskum ískoyti: Tónleikabólkin "A Kind of B ... Quartet" úr Boston í USA.
Við í bólkinum er nevniliga ein føroyingur, Bjarki Meitil, sum fegin ynskti at vísa føroyingum nakað av tí tónleikinum, hann fæst við undir lesnaði sínum overthere.
Hetta er øðrvísi tónleikur enn tann hjá Britney Spears, Nik og Jay, Brian McFadden og øðrum kendum nøvnum, sum eru frammi í tíðini.
Og tey ungu í Fuglafirði eru ikki bangin fyri at siga sína hugsan um tónleikin, tá Sosialurin leggur leiðina framvið Mentanarhúsinum um middagsleitið fríggjadagin.
-Hatta tók vistnokk EIN tíma, men tað føldist sum vit sótu harinni í minst tveir tímar, sigur ein av næmingunum.
Upplivilsi
Teir fýra tónleikararnir hava staðið á pallinum, og hava gjørt sítt ítarsta fyri at geva hesum ungu tónleikahugaðu fuglfirðingunum eitt tónlistarligt upplivilsi.
Men ójavnt er, hvussu móttøkan av hesi framførsluni hevur verið:
-Botnvánaligt, hoyrist onkur siga úr gongini.
-Nei, hatta var í fínasta lagi. Eg haldi, at guittarleikarin og hasin Bjarki spældu øgiliga væl, sigur ein annar næmingur.
Ikki ber til at fáa orð á hesar báðar næmingarnar fyri at fáa eina nærri útgreining, tí svongdin dregur teir helst heim til mammu, nú døgurðin stendur fyri framman.
Nakrar gentur í 7. og 9. flokki standa kortini enn uttanfyri Mentanarhúsið og tosa um framførsluna.
TAÐ er tónleikur
Hesar seks genturnar eru eisini á ójavnum máli um, hvussu framførslan var og hvat slag av tónleiki teir spældu fyri næmingunum.
-Hatta ? hatta var so ikki tónleikur, sum eg meti sum tónleik. Hatta slagið av tónleiki hevði eg so aldrin tímað at lurta eftir, sigur ein teirra avgjørd.
-Nei, gev mær heldur eina fløgu við bólkinum "KORN" ? TAÐ er tónleikur, sigur hon.
Hon verður avbrotin av eini aðrari, sum eisini vil sleppa at siga sína hugsan:
-Ein góður ABBA-sangur hevði bestemt ikki verið av vegnum, sigur hon, og allar hinar skera útí at flenna.
Tær eru í øllum førum samdar um, at tær ikki rættiliga skiltu tónleikin, hóast tónleikararnir uttan iva hava dugað væl at spælt.
Annar vinkul
Hóast tær eru rættiliga samdar um tónleikin, so er tað kortini ein teirra, sum kemur fram við einum øðrum vinkli uppá støðuna.
-Eg haldi, at tað var ikki soooo øgiliga rotið. Hatta er bara ein heilt serligur stílur, - halda tit ikki eisini tað?!
-Eg haldi, at tað var gott uppá teirra máta. Men hatta er so allíkavæl ikki nakað, sum mær dámar, sigur henda gentan.
Tað var tó eitt, sum henda gentan saknaði, og sum allir bólkarnir, sum hon lurtar eftir, hava ? ein sangara.
Her var eingin sangari, bara tónleikur og aftur tónleikur. Einki annað.
-Eg mundi sovnað, sigur ein teirra brádliga.
-Ja, eg sá tað, sigur ein onnur.
-Men eg haldi, at teimum sum dámdi tónleikin, tey livdu rættiliga við.