-<DPTAB>&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;Ikki misbrúka einastøðuna

Atlantsflog lækkar prísirnar beint nú, meðan teir hava eftirlit við rutuni, og aðrir ikki trýsta teir at gera tað.

Flúgving: - Ja, tað er ein góður spurningur: Hví lækka vit prísin, hóast vit eru einsamallir á rutuni?
-Svarið er, at vit ikki á nakran hátt ynskja at misbrúka tað, at vit eru einsamallir á rutuni. Heldur hinvegin, ynskja vit at økja um útboðið til føroyingar, sigur Magni Arge, stjóri.
Hann sigur, at Atlantsflog ikki hevur monopol uppá Føroyaflúgvingina, men at tað bara er hetta flogfelagið sum røkir rutusambandið beint nú. Teir eru altíð í kapping við aðrar.
At teir so økja túratalið nú, samstundis sum teir lækka prísirnar verður gjørt, meðan felagið - sum teir siga tað - sjálvt hevur eftirlit við rutuni, og ikki verður trýst av øðrum til at gera tað sama.
-Vit hava nakrar skyldur í felagnum, men vit vilja eisini fegnir spæla ein virknan leiklut í ferðingini hjá føroyingum.
-- Tí ynskja vit at bjóða øllum ein hóp av fráferðum fyri ein rímiligan pening, soleiðis at øll kunnu sleppa avstað, sigur Magni Arge.
Vónin er sjálvandi, at tað fer at hava eina positiva effekt á ferðafólkatalið, nú talið á fráferðum er økt samstundis við príslækkingina, soleiðis at bæði prísir og fráferðir kunnu verða øllum til vildar.