Fuglafjørð: - Jú, eg eri eitt sindur nervøs.
11 ára gamla Maria Djurhuus úr Havn skal inn at syngja um eina lítla løtu.
Hon hevur vant ein sang eitt sindur áðrenn kappingina, og nú er stundin komin hartil, at hon skal framføra sangin fyri dómsnevndini í Barnaprix 2005.
Hon veit, at ein onnur genta er harinni beint nú, og tá hon er komin út aftur, er tað hennara túrur.
Spenningurin er øgiligur, tá hurðin fer upp og henda gentan kemur út aftur. Maria hostar eitt lítið host, og er so klár at fara inn.
Áðrenn: Góður sangur
Maria hevur hesa seinastu tíðina bara hugsað um tann eina sangin, hon skal framføra.
Hetta er ein sangur á donskum, sum ein bólkur, ið nevnir seg SHOUT hevur sungið. Talan er um tvær gentur sum syngja á fløguni, og ein av hesum sangum er tann hjá Mariu "Jeg tror det kaldes kærlighed".
- Hetta er ein góður sangur, sum eg havi trenað eitt sindur. Eg visti tað beinanvegin, at hetta skuldi verða mín sangur, sigur Maria.
Hon hevur lurtað eftir fløguni fleiri ferðir, og hevur so lært seg tekstin út frá hesum, og hevur soleiðis sungið hann fyri sær sjálvari ferð eftir ferð.
Nú er ikki tíð at hugsa meiri um tað, tí nú sigur Mark at hon skal fara inn.
Undir: Ov høgur
Inni í høllini sær hon dómsnevndina framman fyri sær ? James og Maluna við borðið, og Kim við klaverið.
James er hann, ið tekur orðið: - Hey Maria. Kom bara nærri. Ja, og tú kanst bara byrja!
Maria byrjar at syngja, og verður væl fylgd av klaverinum hjá Kim, meðan James trampar taktina í gólvið.
-Nei, Kim. Set hann eitt sindur longur niður. Hann er ov høgur, sigur James. Kim so ger.
Maria er helst eitt sindur nervøs, tí hetta gekk heldur ikki so væl.
- OK, Maria. Hatta var ein nokkso ringur sangur, sigur Malan. - Dugir tú ikki onkran annan, so at vit rættiliga kunnu hoyra rødd tína?
Maria finnur ikki beinanvegin uppá nakað annað lag soleiðis í eini handavending. Men Malan biður hana bara syngja "Dukka mín er blá".
Kim finnur ein hóskandi dur, og nú stemmar Maria í. Hetta var munandi lættari.
Aftaná: Ilt í hálsinum
Hon takkar fyri seg, og fer út úr høllini. Har stendur Mark og tekur móti og tekur eina mynd av henni.
-Nei, eg haldi ikki at tað gekk so væl ídag. Eg havi so ilt í hálsinum, so eg fekk ikki sungið so væl, sigur Maria.
Inni í høllini fer dómsnevndin at meta um sangin. Har vóru nógv góð sangevnir, men Maria er altso ikki á hesum listanum.
Góða eydnu næstu ferð, Maria!
Mynd
Maria Djurhuus syngur sangin "Jeg tror det kaldes hærlighed" fyri dómsnevndini. Hóast hon var eitt sindur nervøs, royndu tey at gera alt fyri at hon skuldi sleppa at útfolda seg sum sangara (Myndin er arrangerað, tí hon er tikin eftir at Maria hevði sungið fyri dómsnevndini)