Yrkjarin fer at hava framløgu um savnið, og til ber at seta spurningar. Eisini verður møguleiki hjá áhugaðum at ogna sær verkið og at fáa tað signerað, um onkur ynskir tað. Høvi verður eisini at fáa ein drekkamunn [...] Yrkingarsavnið er nýskapandi, við tað at yrkjarin nýtir tveir tættir at fáa sín boðskap fram. Annar er at blanda mál, yrkingarhættir og svartar/hvítar fotomyndir. Hin er, at yrkjarin ítøkiligger melankoliina [...] Randi á Ryggi er fødd Randi Ward í West Virginia, USA í 1982. Eftir at hava lisið í Noregi og Danmark kom Randi til Føroya í 2004 at granska føroyska mentan. “meditations on salt” er sostatt skrivað og
vissaði um, at londini bæði høvdu eitt framúr gott samstarv. Alt varð latið upp í hendurnar á føroyingum, og danir stóðu klárir at hjálpa uttan mun til, hvat vit annars máttu tikið støðu til at gjørt. Spurdur [...] uttanríkismálaráðharrin, at tað var ikki hansara borð. Eg skal fegin bjóða føroyingum upp í ES, men tað verður upp til teir sjálvar at taka støðu til. Og teir hava valt heldur at sleppa upp í EFTA, og so [...] m. Løgmaður greiddi frá, at tað fyri tað mesta er Sveits, sum liggur í buktini, tí bæði Noregi og serliga Ísland hava talað fyri føroyskum limaskapi. Liktenstein hevur hug at halla tann vegin Sveits hellur
endurnýtslutilfari. – Hetta ger, at bæði kundin og frisørarnir eru í minni vanda fyri at fáa ovurviðkvæmi, umframt at inniluftin er reinari, sigur Hansa, sum heldur, at vistfrøðiligu vørurnar eru minst [...] vistfrøðiligar vørur. – Ongin ivi er, at tað bæði er betri fyri frisørarnar, kundan og umhvørvið, sigur Hansa, og greiðir frá, at tá ið vit siga vistfrøðiligt, merkir tað, at 97 prosent av framleiðsluni stavar [...] Hárlist er, at allar vørurnar eru vistfrøðiligar. Liting, sjampoo, smyrsl og annað, sum verður brúkt á hárfríðkanarstovuni, er alt vistfrøðiligt. Tað var beinanvegin greitt fyri 30 ára gomlu Hansu, at skuldi
sum nú er vorðin so mikið vaksin, at hon sjálv í sínum hvíta náttkjóla boyggir seg niður við songina fyri at biðja sína kvøldbøn”. “Hesi koma at verða tætt knýtt at bíbliuni” sigur ummælarin víðari. Fyri [...] hava lisið bíbliuna uttan at kenna tað aftur, sum Guttormur so ramliga niðurger. Karen Blixen Uttan at fara inn í viðferðina, Guttormur í greinini gevur bíbliuni, kom eg at hugsa um heimskendu donsku [...] Fyri okkum sum trúgva bíbliunnar boðskapi og at tað er orð Guds, harmar tað altíð, tá ið hon verður álopin, men hetta hevur ætt eftir ætt lært seg at liva við, og framtíðin verður einki undantak.
saman um at gera, og hann fevnir um eina røð av tingum, sum skulu fylgjast ? alt frá reinføri, framleiðslu til viðlíkahald, sigur hon. Drós sigur, at henni kunnugt hava keyparar higartil ikki kravt, at mat [...] Vit vóru umborð í stívliga eitt samdøgur tilsamans. Drós sigur, at tá ið allar kanningar umborð vóru lidnar, staðfesti Det Norske Veritas, at Skálaberg hevur fingið BRC-góðkenning á A-stigi. - Mær vitandi [...] Joensen á Oyri hesa góðkenning, men annars haldi eg ikki, at onnur virkir í Føroyum hava fingið BRC-góðkenning á A-stigi, sigur hon. Hon leggur aftrat, at BRC er ein bretskur standardur, sum kann brúkast um
vónbrotið, so var Claus Rasmussen skjótur at ásanna, at árið í ár ikki skuldi verða teirra ár. - Vit mugu bara ásanna, at vit ikki raktu dagin. Og tað kundi verið líkt til, at liðið ikki er nóg væl fyri til slíkar [...] tíðina. Og so er tað trupult at umstilla teg til knappliga at spæla móti einum liði, sum vil spæla hondbólt og sum vil vinna. Og tað megnaðu vit ikki. Tað slepst ikki undan, at Claus eisini eigur sín lítla [...] slíkar dystir. So mentalt hava vit nakað at arbeiða við til næsta ár, segði Claus Rasmussen í løtuni eftir dystin. - Men eg eri keddur um, at vit bara skora 21 mál í dag. Tað er for lítið og er snøgt sagt
jólakonsertir og almenna innsavnan til at hjálpa fátøkum, bara fyri at nevna nakað. Seinni í vár fara tey at hava ein serstaka konsert, har løgreglusangkórið í Reykjavík fer at syngja saman við øðrum sangarum [...] høvið at vísa hetta sama fjálga hjartalagið mótvegis íslendsku gestunum, sum fara at prædika og undirvísa um vikuskiftið fyri samkomulimunum og øðrum áhugaðum. Umframt hetta fara tey eisini at greiða [...] sangarum. - Hetta tiltakið er gjørt fyri at hjálpa til at økja um ferðslutryggleikan. Í hesum sambandi fara einir 40 motorsúkklukoyrarar at luttaka. Fyristøðumaðurin, Vørdur er ein teirra!, sigur Tummas. Umframt
Tessvegna sita fólk við ongum, eftir at vera flutt heim til Føroya. Arnhild greiddi frá, at hon hevði ikki eina teskeið, og um 3 vikur skal hon halda konfirmatión, eftir at hava búð í einum kufferti í meira [...] hann eftir øllum at døma er í landinum, sigur Andrea Hansen, sum fegin vil vísa Arnhild Poulsen samkenslu, og sjálv hevði Andrea longi ætlað at gera sum Arnhild gjørdi týsdagin, nevniliga at fara í bløðini [...] bløðini, fyri at vita, um maðurin er til og ger vart við seg. Sum sokkin í jørðina Sosialurin kann bert staðfesta, at snyttu kundarnir hjá Jaspuri Jacobsen hava rætt. Hann er ikki at finna, hóast roynt verður
tað so nátúrligt, at landsins myndugleikar – og hvør einstakur okkara, taka hetta í fullum álvara. Hetta er okkara ábyrgd. Tað er eisini okkara ábyrgd, at børn okkara verða uppald til at vanda sær væl í [...] sett í stóran vanda, tí tey verða noydd at ferðast til gongu gjøgnum sera vandamikla ferðslu. Venda vit aftur til 0-hugsjónina, so er júst eitt av málunum har, at vit gera ferðsluleiðirnar so tryggar, sum [...] meira útsettur, enn okkara smæstu medborgarar? Taka vit málið á Velbastað, so átti tað ikki at tikið so langa tíð at funnið út av, hvussu velbastaðbørn trygt kunnu ganga úr bygdini og niðan í Frítíðarskúlan
kvinnurnar at kalla onga mótstøðu. Og úrslitini í onkrum av hesum dystunum vóru beinleiðis láturlig. Í finaluni móti Bosnia var mótstøðan hinvegin ovurstór, og Føroyar høvdu at kalla ongan møguleika at nærkast [...] Og tað verður so nakað, sum vit koma at tosa við venjararnar um. Ein møguleiki er jú eisini at senda eitt yngri lið avstað. Og sjálvandi er ein møguleiki eisini at trekkja luttøkuna aftur. Tá kappingin [...] pappírinum eru 15 lond, sum hava møguleika at taka lut í kappingini. Men har útveljingin til Italia fór fram eftir ítróttarligum fortreytum, vigaði politiska ynskið um at taka lond sum Ongland og Albania við