Skálaberg slóðar fyri í matvørutrygd

Skipið hevur nú sum helst fyrsta skip í heiminum fingið eina sonevnda BRC-góðkenning á A-stigi, sum borgar fyri, at fiskavørurnar eru samsvarandi felags standardum hjá bretskum handilsketum Næstsíðsta vikuskiftið vóru tríggjar kvinnur á vitjan umborð á flakatrolaranum Skálabergi, sum roynir í russiskum sjógvi í Barentshavinum. Tvær teirra, Drós í Ólavstovu og Vibeke Bagger, umboðaðu Det Norske Veritas, og Durita í Grótinum umboðaði JFK-Trol sum góðskustjóri.

Endamálið við ferðini var at kanna eftir, um Skálaberg nú lýkur tey krøv, sum Det Norske Veritas setir, um skipið skal kunna fáa eina sonevnda BRC-góðkenning á A-stigi.

Drós í Ólavstovu, sum hevur fyritøkuna Quality Consulting, arbeiðir í hesum sambandi fyri Det Norske Veritas og umboðar stovnin í sambandi við hesa góðkenning.

- Vit fóru úr Kirkenes í Noregi og sigldu haðani út til Skálaberg. Ferðin út á skipið og heimaftur tók umleið hálvan fjórða tíma hvønn vegin. Vit vóru umborð í stívliga eitt samdøgur tilsamans.

Drós sigur, at tá ið allar kanningar umborð vóru lidnar, staðfesti Det Norske Veritas, at Skálaberg hevur fingið BRC-góðkenning á A-stigi.

- Mær vitandi hevði rækjuvirkið hjá O.C.Joensen á Oyri hesa góðkenning, men annars haldi eg ikki, at onnur virkir í Føroyum hava fingið BRC-góðkenning á A-stigi, sigur hon.

Hon leggur aftrat, at BRC er ein bretskur standardur, sum kann brúkast um allan heim.

- Hetta er ein standardur, sum bretsku matvøruketurnar hava tikið seg saman um at gera, og hann fevnir um eina røð av tingum, sum skulu fylgjast ? alt frá reinføri, framleiðslu til viðlíkahald, sigur hon.

Drós sigur, at henni kunnugt hava keyparar higartil ikki kravt, at matvøruframleiðarar skulu kunna skjalprógva ein BRC-standard, men hon heldur, at góðkenningin, sum Skálaberg nú hevur fingið, kann geva skipinum betri atgongd til eitt nú nýggj viðskiftafólk.

- Vit kunnu siga, at Skálaberg við hesi góðkenning er forgangari á hesum øki, og spurningurin er, nær slíkar góðkenningar sum henda verða settar sum krøv til matvøruframleiðarar.

Drós í Ólavstovu ivast onga løtu í, at ein slíkur standardur er eitt gott vørumerki at hava hjá einum framleiðara.

BRC-góðkenningin hjá Skálabergi skal eftirmetast einaferð um árið.