Talan hevur verið um tvær sera ólíkar luttøkur hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti. Í Italia fyri fýra árum síðani fekk føroyska liðið fimm góðar dystir, har liðið ítróttarliga fekk nógv burtur úr hvørjari einstakari uppliving.
Fyri tveimum árum síðani var talan ikki um somu góðu ítróttarligu uppliving. Fram til finaluna fingu føroysku kvinnurnar at kalla onga mótstøðu. Og úrslitini í onkrum av hesum dystunum vóru beinleiðis láturlig. Í finaluni móti Bosnia var mótstøðan hinvegin ovurstór, og Føroyar høvdu at kalla ongan møguleika at nærkast gullinum, sum vertirnir tóku sær av.
Melda til og bíða
Munurin millum tær báðar kappingar var fyrst og fremst hátturin, sum EHF nýtti, tá liðini til kappingina skuldu veljast út. Á pappírinum eru 15 lond, sum hava møguleika at taka lut í kappingini. Men har útveljingin til Italia fór fram eftir ítróttarligum fortreytum, vigaði politiska ynskið um at taka lond sum Ongland og Albania við meira undan kappingini í Bosnia.
- Vit vita einki um, hvussu skipanin verður hesaferð. Men seinast var ónøgdin sera stór – eisini innan EHF – so vónandi verður talan um eina meira spennandi kapping hesaferð, sigur Kristian Johansen, formaður í HSF.
- Men vit boða so sjálvandi frá luttøku. Verður hetta ikki gjørt, so er jú als eingin møguleiki at fara.
Og hvat um tað vísir seg, at talan aftur verður um lond sum Albania og Ongland, heldur enn Finnland og Ísrael?
- Tað mugu vit so taka støðu til til ta tíð. Og tað verður so nakað, sum vit koma at tosa við venjararnar um. Ein møguleiki er jú eisini at senda eitt yngri lið avstað. Og sjálvandi er ein møguleiki eisini at trekkja luttøkuna aftur. Tá kappingin verður løgd, fáa tvey lond boð um at standa tilreiðar, skuldu boð verið eftir teimum, so tann møguleikin er eisini til staðar. Sjálvandi treytað av, at vit yvir høvur eru millum tey seks útvaldu í fyrsta umfari.
Eftir 12. februar fæst so at vita, hvussu leisturin til kappingina hesa ferð verður. Sjálv kappingin, ið altso verður spæld á Cypros, fer fram í døgunum 25. til 30. mars.