Jógvan við Keldu
Í Sosialinum 28. august hevur Guttormur Djurhuus eina viðmerking hann kallar “Bíblian – ikki lesnaður fyri børn”.
Guttormur, gløggur sum hann er, kemur í bløðunum av og á við sínum meiningum og metingum og satt at siga lesi eg vanliga altíð tað hann skrivar, hann sigur sína meining opið og óinnballað. Stundum eru vit samdir og til aðrar tíðir ósamdir.
Í hesum føri eri eg staðiliga ósamdur við hann. Hetta málið snýr seg um ein trúarspruning.
Hann er ikki tann fyrsti og verður heldur ikki seinasti maður, ið ger álop á bíbliuna, sum hevur veitt so mongum frið, og vit eru mong um allan heim, sum frá barni av, hava lisið bíbliuna uttan at kenna tað aftur, sum Guttormur so ramliga niðurger.
Karen Blixen
Uttan at fara inn í viðferðina, Guttormur í greinini gevur bíbliuni, kom eg at hugsa um heimskendu donsku kvinnuna Karen Blixen, sum hevur skrivað so nógv og lisið fleiri ferðir, tað hon hevur skrivað.
Vit vita, at tað hon skrivaði um tað andaliga lívið og tey trúgvandi kristnu, var ikki júst tað mest diplomatiska.
Í bókini “Notater om Karen Blixen” skrivar høvundurin Clara Selborn, sum kendi hana betur enn nakar annar, at ein tíð var, tá Tanne (Karen Blixen) ikki ynskti hjáveru av nøkrum presti við jarðarferðina. Men hon broytti meining.
Við grøvina niðan fyri Ewalds Høj las prósturin Dickmeiss frá Hørsholm eftir hennara egna ynski Dávids sálm, “Eg lyfti upp eygu míni móti fjøllunum; hvaðani skal hjálp mín koma? Hjálp mín kemur frá Harranum, sum hevur skapt himmal og jørð....”
Anna Ancher
Eg havi hug at vísa til eina aðra í mínum eygum grípandi mynd, har ummælari skrivaði um frálíka málningin hjá Skagen-málaranum, Onnu Ancher. Ummælarin tekur soleiðis til: “Kristnar møður biðja kvøldbøn við børnunum. Anna Ancher hevur ein frálíkan málning av eini smágentu, sum nú er vorðin so mikið vaksin, at hon sjálv í sínum hvíta náttkjóla boyggir seg niður við songina fyri at biðja sína kvøldbøn”.
“Hesi koma at verða tætt knýtt at bíbliuni” sigur ummælarin víðari.
Fyri okkum sum trúgva bíbliunnar boðskapi og at tað er orð Guds, harmar tað altíð, tá ið hon verður álopin, men hetta hevur ætt eftir ætt lært seg at liva við, og framtíðin verður einki undantak.