- Flytimaðurin snýtti eisini meg

- Jaspur Jacobsen hevur eisini innbúgv hjá okkum standandi á goymslu, sigur Andrea Hansen við Norðskála, eftir at tað kom fram í Sosialinum týsdagin, at flytimaðurin er sum farin undir heilt, eftir at fólk ikki fáa flytigóðs sítt frá honum

Flyting: Týsdagin trein Arnhild Poulsen fram í Sosialinum, tí hon hevur bíðað í útvið hálvt ár eftir flytigóðsinum úr Danmark. Føroyski flytimaðurin Jaspur Jacobsen hevur ábyrgdina av flytigóðsinum, men hann skyldar leygu fyri goymslur í Danmark, og fær tí ikki bilar og vøru út. Tessvegna sita fólk við ongum, eftir at vera flutt heim til Føroya. Arnhild greiddi frá, at hon hevði ikki eina teskeið, og um 3 vikur skal hon halda konfirmatión, eftir at hava búð í einum kufferti í meira enn fimm mánaðir.


Jaspur snýtti eisini meg

Men tað eru fleiri enn Arnhild Poulsen, ið eru snýtt av Jaspuri Jacobsen úr Klaksvík.

Nú ger Andrea Hansen av Norðskála eisini vart við seg.

- Vit hava gamlar møblar standandi á goymslu hjá Jaspuri Jacobsen. Hann skuldi flyta møblarnar til Føroya úr Danmark. Talan er um arvagóðs, ið vit hava arvað eftir fastir okkara, og hetta hevur sera nógv viðri fyri okkum, sigur Andrea Hansen, ið heldur hetta vera eina trista søgu.

- Nú fæst ikki fatur á Jaspur Jacobsen. Vit høvdu samband við hann fyrst í januar, og tá segði hann, at alt var avgreitt um 14 dagar. Nú er februar liðugur, onki er hent, og Jaspur er ikki at finna, sigur Andrea Hansen.

Heldur ikki hon veit júst hvar innbúgvið, sum Jaspur skuldi flyta, er, men helst er tað eisini á goymslu í Danmark og føroyski flytimaðurin fær ikki fatur á tí, tí hann skyldar leigu fyri goymsluna.

- Tað er ymiskt, ein hoyrir um, hvar møblarnir eru, og Jaspuri Jacobsen, flytimanni, fæst ikki fatur á, hóast hann eftir øllum at døma er í landinum, sigur Andrea Hansen, sum fegin vil vísa Arnhild Poulsen samkenslu, og sjálv hevði Andrea longi ætlað at gera sum Arnhild gjørdi týsdagin, nevniliga at fara í bløðini, fyri at vita, um maðurin er til og ger vart við seg.


Sum sokkin í jørðina

Sosialurin kann bert staðfesta, at snyttu kundarnir hjá Jaspuri Jacobsen hava rætt. Hann er ikki at finna, hóast roynt verður óteljandi ferir at ringja til fast – og fartelefonir hansara, og enntá til sonevndan millummann, ið tó bert kann upplýsa fartelefonnummarið hjá Jaspuri – nummarið á eini  eftir øllum at døma sløktari fartelefon