Vilja knýta sterk bond við Ísland

Komandi vikuskifti fáa hvítusunnusamkomurnar Filadelfia og Evangeliihúsið í Havn vitjan úr Íslandi. Tað er fyristøðuparið í Filadelfia, Reykjavík – Ester og Vørdur Traustason – sum koma á vitjan.

Havn: Millum hvítusunnusamkomurnar i Íslandi og í Føroyum hevur altíð verið eitt ávíst samstarv, har samkomuleiðarar regluliga hava vitjað hvønn annan.

- Sum heild kenna føroyingar seg tættari knýttar at íslendingum enn hinum norðanlondunum, sigur Tummas Jacobsen, fyristøðumaður í Filadelfia í Havn.

Og hann leggur aftrat: - Tað er eitt betri forstáilsi av hugsunnarhátti og mentan okkara millum, og teir føroyingar, sum hava vitjað í Íslandi hava kent fjálga hjartalag íslendinga til føroyingar.

Nú fáa tey í føroysku samkomunum høvið at vísa hetta sama fjálga hjartalagið mótvegis íslendsku gestunum, sum fara at prædika og undirvísa um vikuskiftið fyri samkomulimunum og øðrum áhugaðum.

Umframt hetta fara tey eisini at greiða frá tí, sum rørist innan íslendskt kirkjulív og hvussu teirra egna hvítusunnurørsla er skipað.

Hetta hevur helst stóran áhuga millum føroyingar, tí her á landi finst eingin hvítusunnurørsla, men fleiri hvítusunnusamkomur, sum hava eitt gott samstarv sínámillum.

Vitjanin hjá Ester og Vørdur Traustason byrjar leygardagin við undirvísing í Filadelfia, og heldur síðani fram sunnudagin við morgunmøti í Filadelfia og møti um kvøldið í Evangeliihúsinum.


Munur á samkomum

Hóast vit liggja lið um lið í Norðuratlantshavi, er íslendska kirkju- og samkomulívið nógv øðrvísi enn í Føroyum.

- Hjá okkum er ein djúp og rótfest gudstrúgv í fólkinum, men soleiðis er ikki í Íslandi. Og tí hava eisini nógvir føroyingar verið í Íslandi fyri at hjálpa til við teirri kristnu boðanini, greiðir Tummas frá.

Hóast hetta, hevur Hvítusunnusamkoman í Reykjavík staði í støðugum vøkstri hesi seinastu árini, og telist ídag millum tær stóru samkomurnar.

Tey hava rættuliga mong tiltøk, t.d. jólakonsertir og almenna innsavnan til at hjálpa fátøkum, bara fyri at nevna nakað. Seinni í vár fara tey at hava ein serstaka konsert, har løgreglusangkórið í Reykjavík fer at syngja saman við øðrum sangarum.

- Hetta tiltakið er gjørt fyri at hjálpa til at økja um ferðslutryggleikan. Í hesum sambandi fara einir 40 motorsúkklukoyrarar at luttaka. Fyristøðumaðurin, Vørdur er ein teirra!, sigur Tummas.

Umframt boðanina, fara Ester og Vørdur somuleiðis at greiða frá tí stóra arbeiðinum, sum Filadelfia, Reykjavík stendur í, og øllum teimum mongu tiltøkum sum tey skipa fyri.