Ferðslan er størsta hóttanin móti mannaheilsuni, tí er tað so nátúrligt, at landsins myndugleikar – og hvør einstakur okkara, taka hetta í fullum álvara. Hetta er okkara ábyrgd. Tað er eisini okkara ábyrgd, at børn okkara verða uppald til at vanda sær væl í ferðsluni og ikki koma sær sjálvum og øðrum í vanda.
Í blaðnum í dag hava vit nøkur dømi, har skúlabørn verða sett í stóran vanda, tí tey verða noydd at ferðast til gongu gjøgnum sera vandamikla ferðslu. Venda vit aftur til 0-hugsjónina, so er júst eitt av málunum har, at vit gera ferðsluleiðirnar so tryggar, sum til ber. Og hvør er meira útsettur, enn okkara smæstu medborgarar?
Taka vit málið á Velbastað, so átti tað ikki at tikið so langa tíð at funnið út av, hvussu velbastaðbørn trygt kunnu ganga úr bygdini og niðan í Frítíðarskúlan. Talan er um gamla landsvegin til Velbastaðar, sum nú er omankoyring frá nýggja landsvegnum til bygdina. Hví kann man ikki seta ferðamarkið niður, gera bungur ella lummar, sum noyða bilførar at minka ferðina? Hví ikki gera, sum Tórshavnar kommuna hevur gjørt uttan fyri SMS? Um einki slíkt kann gerast, hví so ikki gera børnunum eina nýggja farleið, sum ikki er á landsvegnum? Hetta eru viðurskifti, sum Tórshavnar kommuna og Landsverk eiga at kunna greiða uttan tað stóra hóvastákið – og uttan at foreldrini á Velbastað mugu bíða, til tann álvarsama vanlukkan er hend – tann, sum ikki skal henda sambært 0-hugsjónini.
Taka vit so málið um Ferðslutrygdina hjá hvítanesbørnum, so eigur tað málið eisini at kunna loysast. Nú skilst, at broyting verður hjá bussleiðini, so børnini sleppa til og frá skúla uttan vanda. Men aftur her kunnu vit seta spurningin, hví eingin trygg gongufarleið er av Hvítanesi oman á Vegin Langa? Fyri kortum stongdi Landsverk Kalbaksvegin í fleiri dagar, tín ein seyðasmoga skuldi gerast undir landsvegin eitt sindur norðran fyri Hvítanes. Hví verða slíkar smogur ikki gjørdar til gongufólk undir landsvegin, so ein trygg farleið hjá fólki til gongu er oman til Hoyvíkar?
Hví lands- og býarmyndugleikar ikki loysa slík smámál uttan fjant og fjas og undanførslur er ilt hjá vanliga borgarnum at skilja...