Reytt og grønt hár

Eisini innan hárrøkt vindur grøna rákið upp á seg. Vit hava verið í Klaksvík og litað hárið blóðreytt. Men hóast reyði liturin sær ordiliga syntetiskur út, so er hann bæði vistfrøðiligur og umhvørvisvinarligur.

Seinasta árið hevur Hansa Vest av Tvøroyri átt og rikið hárfríðkanarstovuna Hárlist í Klaksvík. Tað sermerkta við Hárlist er, at allar vørurnar eru vistfrøðiligar. Liting, sjampoo, smyrsl og annað, sum verður brúkt á hárfríðkanarstovuni, er alt vistfrøðiligt.

Tað var beinanvegin greitt fyri 30 ára gomlu Hansu, at skuldi hon reka eina hárfríðkanarstovu, so skuldi so nógv, sum gjørligt vera vistfrøðiligt. Tað eru bert nakrar heilt fáar hárfríðkanarstovur í Føroyum, sum bara brúka vistfrøðiligar vørur.

– Ongin ivi er, at tað bæði er betri fyri frisørarnar, kundan og umhvørvið, sigur Hansa, og greiðir frá, at tá ið vit siga vistfrøðiligt, merkir tað, at 97 prosent av framleiðsluni stavar beinleiðis frá plantum. Einki amoniakk er í hárlitingini, og eingi gass eru í hárspreyinum. Harumframt eru øll íløt og pakkar úr endurnýtslutilfari.

– Hetta ger, at bæði kundin og frisørarnir eru í minni vanda fyri at fáa ovurviðkvæmi, umframt at inniluftin er reinari, sigur Hansa, sum heldur, at vistfrøðiligu vørurnar eru minst líka so góðar sum tær evnafrøðiligu, og prísurin er áleið tann sami, og viðhvørt eisini bíligari.

– Litirnir eru bæði blankari og halda betur. Men teir eru bert til í høvuðslitum, so vit blanda sjálvar allar nuansur, og tað krevur, at vit hugsa meira teoretiskt, sigur Hansa.

 

Í Íslandi á skeið

Hansa samstarvar nógv við íslendingar, hiðani vistfrøðiligu vørurnar verða innfluttar. Hon er eisini javnan í Íslandi á skeið, har hon millum annað hevur tætt samstarv við føroyska Jógvan Hansen frá X-factor.

Hann hevur sína egnu hárfríðkanarstovu í Reykjavík, Unique, har tey eisini brúka vistfrøðiligar vørur.

Hansa droymir um at víðka hárfríðkanarstovuna til eisini at fevna um aðra vakurleikaviðgerð, har alt sjálvandi eisini skal vera vistfrøðiligt.

– Tað liggur ein heil hugsjón aftan fyri Aveda, sum merkið eitur. Hetta er ein hin mest selda hárseria í heiminum, og har fæst alt til spa og vakurleikarøkt, líka frá sápu til krem og smyrsl. Kundi hugsað mær at latið eina spa-stovu upp her í Klaksvík, men enn er hetta bara ein dreymur, tí her í hølunum er ikki pláss fyri meira virksemi, sigur Hansa Vest. n