Per á kunningarferð

Danski uttanríkismálaráðharrin, Per Stig Møller, hevur verið í Føroyum á árliga kunningarfundinum. ? Vit eru samdir um næstan alt, sigur hann Per Stig Møller gjørdi ein lítlan »avstikkara« í morgun, áðrenn fundin við uttanlandsnevndina hjá løgtinginum. Hann nýtti høvið at hyggja nærri eftir Heinesens Húsi.

Danski uttanríkismálaráðharrin hevur í tveir dagar vitjað í Føroyum á árliga kunningarfundinum, har hann kunnar løgmann og uttanríkisnevndina um viðurskifti í altjóða høpi. Fram móti miðdegi í dag hildu Per Stig Møller og løgmaður tíðindafund úti í Tinganesi.

Og at døma út frá tónanum á fundinum, er alt tann reini idyllur landanna millum.

Í gjár var fundur millum løgmann og danska uttanríkismálaráðharran, og har vóru sambært løgmanni fleiri mál umrødd. Eitt nú støðan Føroyar-ES og okkara leiklutur á ES-økinum, serliga við atliti til útbúgving og flogferðslu.

Eitt annað mál var ynski um føroyskan EFTA limaskap, nakað, ið varð gjølla umrøtt á tíðindafundinum. Løgmaður greiddi frá, at tað fyri tað mesta er Sveits, sum liggur í buktini, tí bæði Noregi og serliga Ísland hava talað fyri føroyskum limaskapi. Liktenstein hevur hug at halla tann vegin Sveits hellur, so takið verður at sannføra sveitsarar um tað skilagóða í føroyskum limaskapi.

Gott samstarv

Men eisini Fámjinskjalið, radarin á Sornfelli og verjupolitikkurin í Norðuratlantshavi sum heild vóru uppi at venda. Sama vóru uttanríkispolitiska heimildarlógin og atlimaskapurin í FAO vórðu umrødd.

Per Stig Møller var fámæltari enn løgmaður, men vissaði um, at londini bæði høvdu eitt framúr gott samstarv. Alt varð latið upp í hendurnar á føroyingum, og danir stóðu klárir at hjálpa uttan mun til, hvat vit annars máttu tikið støðu til at gjørt.

Spurdur, um hann vildi mæla til føroyskan ES-limaskap segði danski uttanríkismálaráðharrin, at tað var ikki hansara borð.

Eg skal fegin bjóða føroyingum upp í ES, men tað verður upp til teir sjálvar at taka støðu til. Og teir hava valt heldur at sleppa upp í EFTA, og so hjálpa vit við tí eftir førimuni, segði Per Stig Møller.

Hann undirstrikaði, at tað í løtuni eingin ósemja valdar millum føroysku og donsku stjórnina. Og hesum kundi løgmaður bert taka undir við.