frælsar Føroyar, fólkaflokkurin tosar um radikalt sjálvstýri, og javnaðarflokkurin tosar um sjálvstýri fram ímóti loysing, so har skuldi verið nógv at samstarva um, segði formaðurin í tingbólkinum hjá [...] upp á løgmanssessin, sum hinir, ið hava bjóðað seg fram, men eg havi ikki tikið støðu til, um eg taki av, um tjóðveldisflokkurin fær møguleikan, ella um eg fari at lata onkrum øðrum sessin, segði formaðurin [...] hevði áhuga at halda fram í einari borgarligari samgongu. Og formaðurin í tingbólkinum hjá sambandsflokkinum, Atli Hansen, var uppaftur meiri opinskáraður um sínar ynskidreymar um samgongufelagar: ? Eg
23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Týsdagsdøgverðarnir eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag [...] Club 7up Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 17: Møti og sunnudagsskúli. Bønartænastan: Hevur tú onkran tørv so skriva til: Bønartænastan, Argjavegur 53a, 160 Argir. Øll eru vælkomin. Samkoman Immanuel Sunnudagin [...] kirkjuráðslimir Sunnukvøldið kl. 19 hevur Andreas Andreassen fyrilestur í missiónshúsinum á Glyvrum um evnið »Martin Luther«. Øll eru vælkomin. Sjómanskvinnuringarnir í Søldarfirði, Lamba, Runavík, Rituvík
Hevði hann havt betri tíð, um hann fekk formanssessin í Sambandsflokkinum??? Livst so spyrst! Illsinnisglepsini í Dimmalætting 18. mars 1998 móti nývalda fólkatingsumboði okkara um at halda fingrarnar burtur [...] burtur, tí løgmaður og landsstýrið skulu taka sær av øllum trupulleikum við Danmark, siga ikki so lítið um hendan sjálvuppgjørda samfelagsrevsara, ið einki fekk av skafti í 3 1/2 ár av tí, hann kundi avgreiða [...] Venstre? Hetta vóru hetjurnar fram til 11/3-98, sum skuldu bjarga Føroyum. Nú renna teir allir undan ábyrgdini. Hvar er Sambandsflokkurin álítandi í dag ? teir klandrast so innanhýsis, at teir fáa ikki
tíverri tykist ikki, sum um politikarar koma ásamt um at gera nakað munagott við hetta álvarsmál, segði formaðurin í FA. Hon segði, at tað tykist, sum um politikarar bara hugsa um, hvussu alt kann miðsavnast [...] vit hava ført fram, er so óendaliga skjótt, at vit enda í eini nýggjari kreppum um tað ikki verður stýrt við skili, segði Ingeborg Vinther í ársfrágreiðing síni á aðalfundi í FA, sum er nú um vikuskiftið [...] staðist av, at FA var ímóti hesum ætlanum, eins og so nógv onnur fakfeløg. Men fólk eiga at hugsa seg væl um og spyrja seg sjálvi, hvat tað er, sum fer fram. Tey, ið veruliga hava hjálp fyri neyðini, verða
verk, men so høvdu fólk gloymt, at tað var eitt hjá Tróndi! Vakurt, litfagurt og spennandi er hetta verkið ein varði um, at Tróndur er vorðin ein royndur tónasmiður, og vit kunnu bert síggja fram til nógvar [...] sterk staðfesting av sunnu støðuni, føroyska tónleikalívið er í, tá enntá eitt kvøld við so keðiligum veðri kann savna so nógv fólk saman at lýða á landsins yrkistónleikabólk, sum spælir nýggjan tónleik eftir [...] sum Páll so svaraði aftur har afturi í høllini. Stuttligt, litríkt og frálíkt og er hetta kanska mest brúkaravinarligi tónleikurin hjá Sunnleifi ? ein rættiligur gimsteinur av eini duett! Og so til tað
var nú farið um tað liðið, sum bert gongur ein vegin. Ove Djurhuus legði nú frá sær eftir eitt langt og innihaldsríkt lív. Mangan var tað meira baldrut enn ein kundi hugsað sær, men ongantíð so hart, at tað [...] tín styrki. Sum býráðsformaður gekk tú nýggja leið, ikki altíð lætt men fram tú steig. Vísti í verki at gongdar eru gøtur sjálvt um mangan vóru tungar løtur. Ove Djurhuus hevur sett síni spor var ein maður [...] rakstri, bara hetta var torført. Og tá hetta samstundis var í ringastu niðurgangstíðum her á landi, so er væl skiljandi, at hetta var eingin løtt uppgáva. men við Ova sum leiðara hevði kommunan fingið ein
John Men talan verður helst um sterkasta meistarabólk nakrantíð, tá tosað verður um ratingtøl. Og í samband við ratingtøl er eisini vert at nevna, at Heini Olsen er farin upp um John Rødgaard á føroyska [...] er eisini ein unglingabólkur. Luttakaratalið plagar at liggja um 60. Freistin at boða frá luttøku í ár er úti fríggjadagin 27. mars, t.e. um seks dagar. [...] Sum vanligt verður FM-kappingin í talvi fyri einstaklingar hildin um páskirnar, og í ár er tað Havnar Telvingarfelag, sum er vertur fyri kappingini. Tað eru bert tvey ár síðani, at FM-kappingin fyri e
Í løt-uni býr ein triðingur av Føroya fólki í høvuðsstaðarøkinum, og um verandi gongd heldur fram, ja, so ganga bert nøkur fá ár, so býr helvtin av fólkinum í Havn. Av tí sama hevur Havnin eisini ógvuliga [...] Klaksvíkar býráð um at mótmæla hesi avgerð á røttum stað. Eg haldi, at ein stovnur sum TFL, ið svimur í pengum, átti at varðveitt hesa tænastu, sum norðoyingar hava verið so glaðir fyri í so mong ár. Við tøkk [...] vitand. Fýra telefondamur eru uppsagdar í Klaksví í sambandi við niðurleggingina, og spurningurin er so, um fýra aðrar verða settar í starv í Havn, nú allir norðoyingar eftir øllum at døma mugu ringja 0033
n var so tepur, at føroyski fólkatingsmaðurin kundi avgera, hvørja stjórn danir skulu hava. Tí stóð Jóannes Eidesgaard í eini tvístøðu - um hann skuldi fella Nyrup og trúgva upp á Uffa - ella um hann skuldi [...] Seinni er komið fram, at handfaringin hjá stjórnini - fyrst hjá borgarligu Schlüterstjórnini, seinni hjá Nyrupstjórnini ikki var serliga rímulig - sæð við føroyskum eygum. Partabrævabýtið fór fram á várið 1993 [...] urin tilsøgn frá Nyrup upp á øll málini, sum flokkurin hevur biðið um at fáa viðgjørd. Jóannes Eidesgaard vil ikki enn siga nakað um, hvørt hann hevur fingið nóg nógv burtur úr. ? Hatta venda vit aftur
halda fram undir verandi heimastýrisskipan. At enda sigur Jóannes Eidesgaard, at avtalan fyrrakvøldið letur upp fyri, at vit kunnu koma fram til nøktandi loysnir, og at hann hevur góðar vónir í so máta [...] samráðingarnar um stjórnargrundarlagið mátti útsetast, tí hann skuldi á fund við føroyingarnar. Donsku fjølmiðlarnir vildu í gjár vera við, at Marianne Jelved súrmúlaðist ikki sørt, tí Nyrup var so leingi burtur [...] landsstýrinum er komin til og at enda tað, sum landsstýrið og løgtingið kunnu semjast um. Viðvíkjandi skuldarspurninginum, so hava Jóannes Eidesgaard og Marita Petersen fingið tilsøgn upp á, at afturgjaldingin