Gongdin hesi seinastu árini er ræðandi, tí útjaðaraøkini minka og minka fyri hvørt ár, meðan Havnin tilsvarandi veksur ár fyri ár. Í løt-uni býr ein triðingur av Føroya fólki í høvuðsstaðarøkinum, og um verandi gongd heldur fram, ja, so ganga bert nøkur fá ár, so býr helvtin av fólkinum í Havn. Av tí sama hevur Havnin eisini ógvuliga stórar trupulleikar við barnaansing og við at finna býli til allar tilflytararnar, sum koma frá bygdunum. Grundin til at Havnin bara veksur er einføld. Næstan øll tey almennu arbeiðsplássini í Føroyum ? sum fyri tað mesta blokkstuðulin og útjaðarin rinda fyri ? liggja í Havn (kontórs-Havn«). T.v.s. at tey »góðu« arbeiðini eru í Havn, meðan tey »minni góðu« eru á bygd. Eg vóni, at politikararnir gera okkurt við hesa sera skeivu gongd. Hví kunnu ikki onkrir almennir stovnar flytas úr Havnini út á onnur øki í hesum internet-tíðum? Hví skal fólkið altíð flyta til teir almennu stovnarnar? Hví kunnu teir almennu stovnarnir ikki onkuntíð flyta til fólkið?
Tað, sum annars fekk meg at tríva í pennin, var avgerðin hjá Telefonverki Føroya Løgtings (TFL) nú um dagarnar at niðurleggja ta sera góðu nummarkalltænastuna (54), sum norðoyingar hava havt stóra gleði av í mong Harrans ár.. 54 hevur givið norðoyingum eina tænastu, sum 0033 als ikki hevur kunnað veitt. Starvsfólkini, ella telefondamurnar, hava verið lokalar og harvið inni í tingunum her norðuri. Orsøkin til niðurleggingina skal vera, at nú verða Norðoyggjar digitaliseraðar, og tí kann tað gamla analoga telefonborðið ikki nýtast longur. Ja, men hví skifta tit ikki tað gamla borðið út við eina teldu? Tað bleiv gjørt í Havn, so tað mátti eisini borið til í Klaksvík. Havnin bleiv jú eisini digitaliserað, og 0033 er ikki niðurlagt mær vitand. Fýra telefondamur eru uppsagdar í Klaksví í sambandi við niðurleggingina, og spurningurin er so, um fýra aðrar verða settar í starv í Havn, nú allir norðoyingar eftir øllum at døma mugu ringja 0033 í framtíðini, og mugu bíða upp í ein minutt áðrenn teir sleppa framat. Eg helt, at eitt av endamálunum hjá nýggja TFL-stjóranum var at betra um tænastustøðið, men í hesum føri er tænastan sparkað fleiri Harrans ár aftur í tíðina.
Staðfestast má altso, at alt skal til Havnar, t.v.s. bæði arbeiðspláss, og harvið fólkið. Eg rokni ikki við, at norðoyingar fara at góðtaka hesa niðurlegging, og eg fari at heita á Klaksvíkar býráð um at mótmæla hesi avgerð á røttum stað. Eg haldi, at ein stovnur sum TFL, ið svimur í pengum, átti at varðveitt hesa tænastu, sum norðoyingar hava verið so glaðir fyri í so mong ár.
Við tøkk fyri upptøkuna,
sera skuffaður










