Sambandsformaðurin tá, løgmaður í dag, segði, at hann kundi skipa samgongu áðrenn ólavsøku eftir valið 1994. Hvussu gekst? Hann hevur skipað einar fimm ymiskar samgongur í 3 1/2 ár. Og nú skrivar hann út nýval, tí hansara egnu eru við at koyra hann frá sum formann fyri Sambandsflokkin. Hvat leggja vit onnur í tað? Einki! Tað er eingin haldgóð orsøk til løgtingsval nú, at sambandsfólk vilja av við harra Joensen sum formann.
Og stemmuslúkarin til seinasta val hjá Sambandsflokkinum, samfelagsrevsarin ið vera skuldi, hann sigur seg ikki hava tíð til at vera løgtingsmaður? Hví man tað nú vera? Hevði hann havt betri tíð, um hann fekk formanssessin í Sambandsflokkinum??? Livst so spyrst!
Illsinnisglepsini í Dimmalætting 18. mars 1998 móti nývalda fólkatingsumboði okkara um at halda fingrarnar burtur, tí løgmaður og landsstýrið skulu taka sær av øllum trupulleikum við Danmark, siga ikki so lítið um hendan sjálvuppgjørda samfelagsrevsara, ið einki fekk av skafti í 3 1/2 ár av tí, hann kundi avgreiða áðrenn valið 1994, eftir sum hann sjálvur segði.
Hvar eru nú landsstýrið og løgmaður, sum skulu avgreiða alt? Løgmaður hevur skrivað nýval út í ótíð og landsstýrið situr tí sum eitt forrætningslandsstýri. Og løgmaður má nú biðja um útseting av samráðingum og av fyrningarfreistini í bankagøluni í Danmark, tí vit føroyingar er óarbeiðsførir. Er tað gott???
Og sambandshøvdingin í Danmark, Uffe Ellemann, hvar er hann? Jú, hann hevur tikið seg aftur sum leiðari av høgraveinginum og av flokkinum Venstre? Hetta vóru hetjurnar fram til 11/3-98, sum skuldu bjarga Føroyum. Nú renna teir allir undan ábyrgdini.
Hvar er Sambandsflokkurin álítandi í dag ? teir klandrast so innanhýsis, at teir fáa ikki stýrt landinum, men at niðurgera aðrar, tað kunnu teir.
Men slík niðurgerðan av øðrum ? t.d. Javnaðarflokkinum ? og misteinkiliggerðan av javnaðarformanninum, sum sambands-bjørnin kemur við í Dimmalætting 18/3-98, loysir ikki okkara trupulleikar, tvørturímóti.
Tó Føroya fólk man hava lisið skriftina á vegginum. Sambandsflokkurin hevur ikki verið tað, hann segði seg vera í 1994, so langt í frá, tíverri.
So royndust teir tá á stóð!
Birgir Mohr