Høgraflokkarnir leggja upp til blokkpolitikk

Men tað er óvist, um parlamentarisku leiðararnir í fólkaflokkinum og sambandsflokkinum hava samdar flokkar aftanfyri tað, teir bóru fram í sjónvarpinum mikukvøldið

Gongur tað eftir viljanum hjá formonnunum í tingbólkunum hjá sambandsflokkinum og fólkaflokkinum, so verður tað ein borgarlig samgonga við fólkaflokkinum og sambandsflokkinum sum grundstuðlum, ið fer at stjórna landinum, eftir at løgtingsvalið er av 30. apríl.

Hóast tað fyri almenningin hevur tykist buldraligt, so var hetta ikki metingin hjá Óla Breckmann, formanni í tingbólki fólkafloksins:

? Eg havi verið í nógvum samgongum, síðani eg kom upp í politikk í 1974, og samgongustevið hevur verið verri í nógvum samgongum, enn tað hevur verið í hesari, segði Óli Breckmann, sum ikki duldi fyri, at hann hevði áhuga at halda fram í einari borgarligari samgongu.

Og formaðurin í tingbólkinum hjá sambandsflokkinum, Atli Hansen, var uppaftur meiri opinskáraður um sínar ynskidreymar um samgongufelagar:

? Eg havi avgjørt einki ímóti, at vit í sambandsflokkinum halda fram í einari samgongu saman við fólkaflokkinum, har vit reka borgarligan politikk, segði hann.

Tá Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur, sum var í sjónvarpsstovuni saman við politikarunum, staðfesti, at tað hevur ikki verið vanligt, at flokkarnir undan valinum melda so greitt út um samgongu ynskini, dró Óli Breckmann eitt sindur í land og minti á, at hansara flokkur er ein sjálvstýrisflokkur, og at tað fór at vera trupult við borgarligu samgonguni, um sambandið fór at vera so svart, at tað ikki fór at vera talingur um nakra yvirtøku.


Nýggjar tíðir

og nýggir siðir

Omanfyri nevnda kom fram, tá tað í sjónvarpsorðaskiftinum mikukvøldið varð víst á, at tað má roknast við, at flokkarnir í valstríðnum fara at geva til kennar, hvønn teir vilja hava til løgmann og harvið politiskan leiðara í samgonguni, eftir at valið er av.

Nýggja stýrisskipanarlógin sigur, at flokkarnir beinanvegin eftir valið skulu siga løgtingsformanninum frá, hvønn teir vilja hava til løgmann, og tí er nátúrligt, at flokkarnir í valstríðnum boða frá, hvønn teir vilja hava.

Hesin veruleikin fer ivaleyst at hava við sær, at spurningurin um løgmansevni verður meiri sentralur í valstríðnum, enn hann áður hevur verið í Føroyum.

Fólkaflokkurin og javnaðarflokkurin hava boðað frá, hvørjir eru løgmansevni hjá teimum, og tað kann roknast við, at hinir báðu stóru flokkarnir fara at spæla út skjótt. Higartil hevur tað verið tikið sum givið, at Edmund Joensen, løgmaður, fór at verða løgmansevni hjá sambandsflokkinum, men nú er støðan meiri ógreið. Um sambandsflokkurin velur nýggjan formann í vikuskiftinum, so verður hesin ivaleyst løgmansevni hjá flokkinum, men formaðurin fær ikki rúma tíð at vísa síni leiðaraevni, áðrenn nýggjur løgmaður skal setast.


Samstarva um sjálvstýrið

Undir orðaskiftinum í sjónvarpinum varð Heini O. Heinesen biðin um at geva sítt boð uppá komandi løgmann, men hann var eitt sindur ullintur:

? Eg eri formaður í flokkinum, og eg haldi, at eg eri eitt minst líka gott boð upp á løgmanssessin, sum hinir, ið hava bjóðað seg fram, men eg havi ikki tikið støðu til, um eg taki av, um tjóðveldisflokkurin fær møguleikan, ella um eg fari at lata onkrum øðrum sessin, segði formaðurin í tingbólkinum hjá tjóðveldisflokkinum, sum annars helt, at tað hevði verið upplagt, at samgongu samansetingin, sum var í valskeiðunum 1974-78 og 1978-80, verður tikin uppaftur. Tá vóru tað tjóðveldisflokkurin, fólkaflokkurin og javnaðarflokkurin, sum hevði løgmannin, ið vóru í samgongu saman:

? Mótsatt hinum stóru flokkunum hevur tjóðveldisflokkurin ongantíð átt løgmanssessin, og nú haldi eg, at tað hevði verið upp á sítt pláss, at vit fingu løgmannin í einari samgongu, har aðalmálið vóru viðurskiftini við Danmark. Vit vilja hava einar frælsar Føroyar, fólkaflokkurin tosar um radikalt sjálvstýri, og javnaðarflokkurin tosar um sjálvstýri fram ímóti loysing, so har skuldi verið nógv at samstarva um, segði formaðurin í tingbólkinum hjá tjóðveldisflokkinum.


Teir smáu í lyklastøðu

Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur, vísti á, at í valstríðnum verður tað sera áhugavert, hvat teir smáu flokkarnir fara at siga um løgmann og samgongu, tí tað er sera nærliggjandi, at atkvøðurnar hjá Kristiliga Fólkaflokkinum, Miðflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og Verkamannafylkingini verða avgerandi, tá løgmaður skal tilnevnast.

Bara ein av teimum smáu hevði eitt boð upp á eina samgongu:

? Mær dámar ikki hasa amerikaniseringina av valstríðnum, sum tit leggja upp til við at tosa um løgmansevni longu nú í staðin fyri at tosa um politikk, men eingin ivi skal vera um, at vit ynskja at koma í eina samgongu saman við Tjóðveldisflokkinum og Javnaðarflokkinum, segði L. Apol, nývaldi formaðurin í Verkamannafylkingini.

Helena Dam á Neystabø, Lassi Klein og Jenis av Rana boðaðu frá, at teirra flokkar fara ikki at taka støðu til, hvønn tey ynskja til løgmann, fyrrenn valið hevur verið og veljarin hevur talað.