Bankakreppan, sum tók seg upp á heysti 1992 var byrjanin til at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark kølnaðu.
Seinni er komið fram, at handfaringin hjá stjórnini - fyrst hjá borgarligu Schlüterstjórnini, seinni hjá Nyrupstjórnini ikki var serliga rímulig - sæð við føroyskum eygum.
Partabrævabýtið fór fram á várið 1993, meðan Marita Petersen var løgmaður - og er tað í hesum sambandi, at føroyingar rættuliga kenna seg snýttar.
Hetta hevur ført til, at viðurskiftini millum danska og føroyska Javnaðarflokkin nærmast vórðu fryst. Tá Atli Dam var fólkatingsmaður í 1993/94 var hann partur av tingbólkinum hjá danska Javnaðarflokkinum, men viðurskiftini vóru ikki góð. Flokkurin misti fólkatingsumboðið á valinum 21. september 1994.
Tá val nú aftur var skrivað út, gjørdi Javnaðarflokkurin skjótt greitt, at flokkurin fór at standa fríur á fólkatingi - og at flokkurin ikki fór at luttaka í donskum innanríkispolitikki. Hetta fekk Poul Nyrup Rasmussen at vita, tá hann í januar vitjaði í Føroyum.
Í valstríðnum hevur hann aftur fingið hetta staðfest, og tá tað vísti seg, at boð vóru eftir føroyska fólkatingsmanninum, skuldi stjórnin hava meiriluta, fekk Poul Nyrup Rasmussen aftur somu boð.
Men Javnaðarflokkurin hevur tó gjørt greitt, at hann ikki fer at fella eina javnaðarstjórn.
Tá valúrslitið var greitt, vísi tað seg, at munurin millum borgarliga veingin og vinstraveingin var so tepur, at føroyski fólkatingsmaðurin kundi avgera, hvørja stjórn danir skulu hava.
Tí stóð Jóannes Eidesgaard í eini tvístøðu - um hann skuldi fella Nyrup og trúgva upp á Uffa - ella um hann skuldi samráðast við Nyrup til tessa at vita, um hann kundi fáa eina tilsøgn - føroyingum til fyrimuns, og aftur tryggja stjórnini grundarlag - uttan at vera partur av stjórnini ella partur av danska Javnaðarflokkinum.
Hóskvødlið fekk Javnaðarflokkurin tilsøgn frá Nyrup upp á øll málini, sum flokkurin hevur biðið um at fáa viðgjørd.
Jóannes Eidesgaard vil ikki enn siga nakað um, hvørt hann hevur fingið nóg nógv burtur úr.
? Hatta venda vit aftur til, tá samráðingar hava verið, sigur hann.
?og verður úrslitið ikki nóg gott, kann Jóannes Eidesgaard framvegis fella Nyrupstjórnina.
Høgt politiskt spæl, vil onkur siga. Jóannes Eidesgaard sigur, at hann førir realpolitikk.
Úrslitið verður lagt fyri dagin seinni í ár?