? Vit hava nú sitið í útvið fimm tímar og tosað djúpt um tingini, segði ein heldur troyttur Jóannes Eidesgaard, sum frá klokkan 19:00 hóskvøldið til út móti miðnátt sat og togaðist við topparnar í danska Javnaðarflokkinum.
At Poul Nyrup Rasmussen leggur stóran dent á viðurskiftini millum føroyska og danska Javnaðarflokkin, var eyðsæð. Hann kom av Christiansborg, har samráðingarnar um stjórnargrundarlagið mátti útsetast, tí hann skuldi á fund við føroyingarnar. Donsku fjølmiðlarnir vildu í gjár vera við, at Marianne Jelved súrmúlaðist ikki sørt, tí Nyrup var so leingi burtur frá stjórnarsamráðingunum fyri at hitta føroyingarnar.
Allir spurningarnir verið uppi og vent
? Eg lovaði í valstríðnum, at vit ikki fóru at taka lut í donskum innanríkispolitikki. Eisini søgdu vit, at vit fóru at samráðast við danska Javnaðarflokkin um at fáa glið á eina loysn á truplu viðurskiftunum.
? Á fundinum í kvøld hava allir hesir spurningarnir verið uppi og vent - eisini framtíðarviðurskiftini millum Føroyar og Danmark og viðurskiftini millum danska Javnaðarflokkin og føroyska Javnaðarflokkin, sigur Jóannes Eidesgaard.
? Vit hava gjølliga greitt teimum frá serstøðuni, sum vit eru í, meðan teir hava roynt at lagt upp til samstarv.
? Men eg havi takkað nei - tí sum sagt standi eg við vallyftini og harvið verður tað - hendan støðan verður ikki broytt, sigur Jóannes Eidesgaard.
Missi ávirkan - men fær fylgt við
Við ikki at vera limur í nøkrum tingbólki missir Jóannes Eidesgaard beinleiðis ávirkanina á tingnevndirnar, tí hann fær valla nakran nevndarsess. Fór hann hinvegin upp í bólkin hjá danska Javnaðarflokkinum, so var støðan øðrvísi, og hevði hann tá fingið onkran sess av kvotuni hjá teimum.
Kortini gevur tingskipanin tinglimi møguleika at møta í øllum nevndum sum eygleiðari, og tað ætlar Jóannes Eidesgaard at gera.
? Afturat tí, so ætli eg mær at brúka hægsta politiska pallin - nevniliga røðarapallin í fólkatinginum, har eg við at seta fyrispurningar og vera við í viðgerðum av føroyskum málum ælti mær at gera mína ávirkan galdandi.
Kann ikki gera konkreta avtalur
Jóannes Eidesgaard vísir á, at føroyski Javnaðarflokkurin ella føroyska samfelagið kann ikki liva við viðurskiftunum, soleiðis sum tey hava verið millum londini bæði og millum javnaðarflokkarnar báðar. Tí hevur hann lagt so stóran dent á at fáa donsku umboðini at skilja hesa støðuna og at duga at innsíggja hetta frá danskari síðu - at vit ikki kunnu liva við hesum viðurskiftum, sum ikki eru nøktandi fyri føroyingar.
Jóannes Eidesgaard vísir eisini á, at hann sum andstøðupolitikari ikki kann fara inn heilt konkret og gera avtalur.
? Hetta gjørdi eg eisini forsætisráðharran vart við, og tí kunnu vit sjálvandi heldur ikki vera so konkretir, at vit seta tøl á. Men hetta pappírið, sum vit nú hava fingið, skapar fortreytir fyri at vit kunnu náa eini góðari loysn, sigur hann.
? Vit hava fingið eina tilsøgn frá Poul Nyrup Rasmussen, og ein tilsøgn er nokkso bindandi. Vit hava so bankakanningarrapportina upp á 2.500 síður, sum er gott grundarlag at byggja eina varandi loysn uppá. Síðani hava vit tað, sum serfrøðinganevndin hjá landsstýrinum er komin til og at enda tað, sum landsstýrið og løgtingið kunnu semjast um.
Viðvíkjandi skuldarspurninginum, so hava Jóannes Eidesgaard og Marita Petersen fingið tilsøgn upp á, at afturgjaldingin ikki skal ganga út yvir vælferðina, soleiðis sum krepputiltøkini gjørdu í 1993.
? Sjálvandi skulu vit gjalda tað, sum vit skylda, men tað skal vera undir rímiligum treytum, sigur hann.
Poul Nyrup vil føroyskt sjálvstýri
Javnaðarflokkurin hevur seinastu tíiðna arbeitt nógv við at broyta ríkisrættarligu støðuna. Eisini her fingu føroysku umboðini eina tilsøgn frá forsætisráðharranum.
? Poul Nyrup Rasmussen hevur gjørt greitt, at hann hevur fulla virðing fyri hesum ynski føroyinga, og hann hevur givið okkum tilsøgn upp á, at føroyingar hava krav upp á alt tað sjálvstýri, sum Føroya fólk ynskir.
Jóannes Eidesgaard vísir í hesum sambandi á, at danski Javnaðarflokkurin grundgevur hendan viljan til føroyskt sjálvstýri við, at danski Javnaðarflokkurin sær týdningin í ríkisfelagsskapinum - at hann ikki kann halda fram undir verandi heimastýrisskipan.
At enda sigur Jóannes Eidesgaard, at avtalan fyrrakvøldið letur upp fyri, at vit kunnu koma fram til nøktandi loysnir, og at hann hevur góðar vónir í so máta.