FM-bólkurin í talvi sterkari enn nakrantíð

Talv: Alt bendir á, at meistarabólkurin í einstaklingakappingini í talvi verður sterkari í ár enn nakrantíð fyrr

Sum vanligt verður FM-kappingin í talvi fyri einstaklingar hildin um páskirnar, og í ár er tað Havnar Telvingarfelag, sum er vertur fyri kappingini.

Tað eru bert tvey ár síðani, at FM-kappingin fyri einstaklingar var í Havn seinast, men Havnar Telvingarfelag, sum er elsta felag av sínum slag í landinum, fyllir 75 ár í ár, og tí varð tað hildið vera hóskiligt, at HT skipaði fyri kappingini í sambandi við føðingardagin.

Eitt av málunum hjá fyrireikarunum hevur verið at fáa eina so sterka kapping sum gjørligt. Og tað sær eisini út til, at fleiri av teimum frægastu telvarunum í Føroyum vera við.

John Rødgaard hevur ongantíð verið við í einstaklingakappingini, men hann ætlar sær við í ár, og tað er so at siga eisini heilt vist, at Heini Olsen og John Arni Nilssen koma heim úr Danmark til kappingina. Havnar Telvingarfelag hevur boðið teimum at koma heim til kappingina.

Aðrir eru kortini ivasamir, eitt nú Rani Nolsøe, sum vann kappingina í fjør, og Jens Christian Hansen av Toftum.


Heini yvirhálað John

Men talan verður helst um sterkasta meistarabólk nakrantíð, tá tosað verður um ratingtøl. Og í samband við ratingtøl er eisini vert at nevna, at Heini Olsen er farin upp um John Rødgaard á føroyska ratinglistanum. Tað er fyrstu ferð yvirhøvur, at nakar hevur havt hægri føroyskt ratingtal enn John Rødgaard.

Kappingin fer fram í Eysturskúlanum, og hon er skipað á sama hátt sum undanfarin ár. Ein meistarabólkur er við 10 telvarum, í 1. bólki eru eisini 10 luttakarar, meðan 2. bólkur er almennur. Og harumframt er eisini ein unglingabólkur.

Luttakaratalið plagar at liggja um 60. Freistin at boða frá luttøku í ár er úti fríggjadagin 27. mars, t.e. um seks dagar.