tíðina fer verkið at framleiða so mikið av elorku, at tað kann nøkta tørvin hjá 30 húsarhaldum. Harald Johansen, sum er stjóri í Hammerfest Strøm, sigur við norska útvarpið, at ætlanin er at økja orkuna, soleiðis [...] soleiðis at verkið verður ført fyri at framleiða tvær ferðir so nógv orku, sum Kvalsund kommuna hevur tørv á.
er at bert Restorff skuldi verða skonkt umborð og eru vit sjálvandi fegnir um hetta. Vit harmast at viðskiftafólkið ikki kundi fáa ein góðan øl umborð á Norrønu á hesum sinni og mugu bara vóna, at áby [...] ábyrgdarfullir politikarar tora at broyta okkara avoldaðu rúsdrekkalóg, sum ikki sømir seg einum framkomnum samfelag. Oyggatíðindi insinuera, at vit hava latið fyrireik-arunum ølið rættuliga bíliga. Vit skulu [...] skulu í hesum føri upplýsa, at vit lótu tann rabat, sum føroysku bryggjaríini nýta við størri ordrum.
brævskrivarin irakska fólkinum til at seta seg upp ímóti amerikansku hermonnunum, og hann ávarar irakar ímóti at viðurkenna teir leiðararnar, sum amerikanararnir ætla at seta til at stýra Irak. Týsdagin prentaði [...] sama blaðið eina yvirlýsing frá einum higartil ókendum felagsskapi, sum vildi vera við, at Saddam Hussein fer at lata irakska fólkið frætta frá sær ein av teimum fyrstu døgunum.
sagt, at talan bert var um olju, sum savnar seg saman, tá veðrið er gott. Og tískil verður ongin kanning gjørd av dálkingini. Tað gekk væl at fáa oljuna uppaftur. At síggja til sá pletturin út til at vera [...] verður sagt, at tílíkt ofta kann síggja nógv størri út, enn tað í veruleikanum er. Sperrur vórðu tó lagdar út, tí stutt harfrá liggja aliringar. Men har var ongantíð vandi á ferð við teimum, tí at ættin skifti
åSunnudagin 6. juli ber til at keypa sær stásið til Vestanstevnuna. Stásið kundi eitt nú verið skógvar og klæði til vaksin, børn og barnkonur. Eisini ber til at fáa hol í oyrað og at keypa sær smartar linsur [...] nógvum spennandi litum. Til ber eisini at fáa settar lokkar í hárið, lokkar í ymsum litum, soleiðis at hárið verður eitt litspæl. Eisini verður café, har til ber at keypa kaffi, te, kakur, pylsur við breyði
ferð í tíggju ár, at næmingar tóku sveinaroynd á skúlanum. Orsøkin, til at tað er gingin so long tíð síðani seinastu sveinaroyndirnar, er, at tá kreppan kom, vóru so fá lærupláss at fáa í landinum, og [...] og tí varð avgjørt, at allar sveinaroyndir skuldu takast á Tekniska skúla í Havn. Men tað hevur so verið arbeitt við at fáa royndirnar aftur á skúlan, síðani betri tíðir komu. Og hósdagin kundi so ein fegin
nýggja hundrakrónseðilin men ikki at hetta er tann seinasti, tí danska vinstrastjórnin hevur avgjørt, at tá Danmark fer at nýta EURO, tá skulu bæði Føroyar og Grønland til at skifta út gjaldoyra við EURO - [...] skulu ikki sum nú kunna reka egnan áhugapolitik, sum tað er nú við at vera limur í donskum politiskum flokkum. Tað eru fleiri dømi um at fólkatingsliminir fyri Føroyar hava verið beinleiðis til skaða fyri
vikuskiftið til at gera 5. mars til ein friðardag, tá fólk um allan heim eiga at biðja um, at Irak-kreppan verður loyst á friðarligan hátt. Hetta segði pávin sunnudagin ella dagin eftir, at hann hevði hitt [...] hitt bretska forsætisráðharran, Tony Blair, í Vatikaninum. Aftan á fundin teirra millum segði pávin, at heimurin livir í stórum ótta fyri einum kríggi, sum kann elva til ófrið í øllum Miðeystri. Tony Blair [...] við amerikanska politikkinum í Irak-kreppuni, meðan Jóhannes Páll pávi hevur mælt øllum pørtum til at loysa kreppuna á friðarligan hátt.
Politistøðirnar kring landið siga, at vikuskiftið hevur verið friðarligt. Í Havn var tað ein, sum koyrdi ávirkaður leygardagin, men annars hevur onki verið at skriva heim um. Og ongin hevur heldur verið [...] sær. Úr Eysturoynni letur politiið eisini væl at. Sjálvt um Prix var í Fuglafirði leygarkvøldið, so hevur tað stóra ikki verið á skránni. Politiið sigur, at fólk sum heild skikka sær væl, tá Prix er í [...] Fuglafirði. Eisini úr Vágunum og Klaksvík verður latið væl at. Eisini har hevur verið lítið og onki hjá løgregluni at gjørt, so samanumtikið hava føroyingar skikkað sær væl um vikuskiftið.
r, sum leggur afturat, at brúk altíð er fyri hølum, og at heilsuskúlin nú fer at nýta hølini á Tvøroyri. Á Bókhaldsstovuni Bisty starvast trý fólk, og tey hava nógv at gera. Umframt Hildur eru tvey fólk [...] Eftir at hava húsast á Tvøroyri, er bókhaldsstovan Bisty nú flutt í nýggj høli í Vági. Nýggu hølini eru á Gørðunum í Vági. ? Eg vildi m. a. sleppa undan at koyra um Hovsegg, sigur Hildur Gunnars-dóttir