Pávin vil hava friðardag

Jóhannes Páll pávi annar mælti um vikuskiftið til at gera 5. mars til ein friðardag, tá fólk um allan heim eiga at biðja um, at Irak-kreppan verður loyst á friðarligan hátt.
Hetta segði pávin sunnudagin ella dagin eftir, at hann hevði hitt bretska forsætisráðharran, Tony Blair, í Vatikaninum. Aftan á fundin teirra millum segði pávin, at heimurin livir í stórum ótta fyri einum kríggi, sum kann elva til ófrið í øllum Miðeystri.
Tony Blair hevur alla tíðina tikið undir við amerikanska politikkinum í Irak-kreppuni, meðan Jóhannes Páll pávi hevur mælt øllum pørtum til at loysa kreppuna á friðarligan hátt.