åSunnudagin 6. juli ber til at keypa sær stásið til Vestanstevnuna. Stásið kundi eitt nú verið skógvar og klæði til vaksin, børn og barnkonur. Eisini ber til at fáa hol í oyrað og at keypa sær smartar linsur til eyguni í nógvum spennandi litum. Til ber eisini at fáa settar lokkar í hárið, lokkar í ymsum litum, soleiðis at hárið verður eitt litspæl.
Eisini verður café, har til ber at keypa kaffi, te, kakur, pylsur við breyði og sodavatn.
Tað eru handlarnir Sørvágs Skósøla, Sørvágs Ursmiðja, Hjá Sannu, Klædnabúðin í Sandavái, Sirri, Events og Zig Zag, ið skipa fyri.