Kunning um ølprísir

   

Í Oyggjatíðindum tann 2. mai verður nógv skrivað um ølið umborð á Norrønu í samband við Fish Fair í Runavík. Rætt er at bert Restorff skuldi verða skonkt umborð og eru vit sjálvandi fegnir um hetta. Vit harmast at viðskiftafólkið ikki kundi fáa ein góðan øl umborð á Norrønu á hesum sinni og mugu bara vóna, at ábyrgdarfullir politikarar tora at broyta okkara avoldaðu rúsdrekkalóg, sum ikki sømir seg einum framkomnum samfelag.
Oyggatíðindi insinuera, at vit hava latið fyrireik-arunum ølið rættuliga bíliga. Vit skulu í hesum føri upplýsa, at vit lótu tann rabat, sum føroysku bryggjaríini nýta við størri ordrum.