Fyrsta sveinaroynd í tíggju ár

Hósdagin tóku níggju maskinsmiðir sveinaroynd á Tekniska skúla í Klaksvík. Hetta var fyrstu ferð í tíggju ár, at sveinaroynd var á skúlanum

Klaksvík:
Á hugnaløtu á Tekniska skúla fingu teir níggju nýklaktu maskinsmiðirnir teirra prógv handað. Hetta var sum sagt fyrstu ferð í tíggju ár, at næmingar tóku sveinaroynd á skúlanum. Orsøkin, til at tað er gingin so long tíð síðani seinastu sveinaroyndirnar, er, at tá kreppan kom, vóru so fá lærupláss at fáa í landinum, og tí varð avgjørt, at allar sveinaroyndir skuldu takast á Tekniska skúla í Havn. Men tað hevur so verið arbeitt við at fáa royndirnar aftur á skúlan, síðani betri tíðir komu.
Og hósdagin kundi so ein fegin skúlastjóri, Rúni Heinesen, handa maskinsmiðjunum prógvini.