Frá Havnaskrivstovuni á Tvøroyri verður sagt, at talan bert var um olju, sum savnar seg saman, tá veðrið er gott. Og tískil verður ongin kanning gjørd av dálkingini. Tað gekk væl at fáa oljuna uppaftur.
At síggja til sá pletturin út til at vera rættuliga stórur, men av Havnaskrivstovuni verður sagt, at tílíkt ofta kann síggja nógv størri út, enn tað í veruleikanum er.
Sperrur vórðu tó lagdar út, tí stutt harfrá liggja aliringar. Men har var ongantíð vandi á ferð við teimum, tí at ættin skifti stutt eftir, og so rak oljan inneftir aftur, verður sagt frá havnaskrivstovuni á Tvøroyri.