Bisty í nýggj høli

Bókhaldsstovan Bisty við Hildur Gunnarsdóttir er flutt í nýggj høli á Gørðunum í Vági. - Eg vildi m.a. sleppa undan at koyra um Hovsegg, sigur Hildur Gunnarsdóttir

Eftir at hava húsast á Tvøroyri, er bókhaldsstovan Bisty nú flutt í nýggj høli í Vági. Nýggu hølini eru á Gørðunum í Vági.
? Eg vildi m. a. sleppa undan at koyra um Hovsegg, sigur Hildur Gunnars-dóttir, sum leggur afturat, at brúk altíð er fyri hølum, og at heilsuskúlin nú fer at nýta hølini á Tvøroyri.
Á Bókhaldsstovuni Bisty starvast trý fólk, og tey hava nógv at gera. Umframt Hildur eru tvey fólk í starvi, m.a. dóttir hennara, sum í løtuni gongur í skúla í Havn.
Hildur Gunnarsdóttir hevur ymisk álitisstørv og er nevndarlimur í Fíggjargrunninum frá 1992.