tey sóu seg noyddan at flyta til Danmarkar við soninum Tá Elsy og Magni Christiansen gjørdust var við, at elsti sonurin hevði stórar lærutrupulleikar, stóð tað teimum skjótt greitt, at tilboðini til sonin [...] á sínum javnaldrum í menning og mett varð, at honum tørvaði 20 stuðulstímar um vikuna. Men øll árini lá stuðulin millum 0 og 4 tímar um vikuna. Tankin um at koyra sonin í skúlan á Trøðni var uppi og vendi [...] og har fekk Hákun júst ta hjálp honum nýttist og hann mentist alsamt, og stór framgongd er at síggja. Til ber at lesa meiri í Sosialinum mánadagin
sær fyri at vísa fólki á nýggjar møguleikar hjá teimum sjónveiku og blindu at kappast. Úr Noregi høvdu tey fingið eitt serstakt skjótitól sum varð stýrt av ljóðum. Her ráddi um hjá luttakarunum at raka á [...] trýstir á avtrekkjarin í rættari løtu. - Eg haldi, at tað er í fínasta lagi at tey blindu eisini fáa møguleika at kappast á henda hátt, sigur hann í stuttari viðmerking. Í Føroya Blindafelagið eru 85 limir [...] tíð útstasjoneraður í Bosnien. Evnini at lurta og skjóta eigur hann, eingin ivi um tað: Í fimm royndum rakti hann 48 ferðir av íalt 50! - Her ræður av sonnum um at lurta – og lurta væl, áðrenn mann trýstir
Flemming sigur, at laksastyrjan verður seld sundurskorin í filét-stykkir, sum kunnu vendast í mjøli og leggjast á pannuna. - Eg fari eisini at roykja nøkur pettir av styrjuni, so fólk eisini sleppa at royna fiskin [...] føroyskum sjógvi, men hetta er tó ikki fyrstu ferð, at hesin fiskur er veiddur um okkara leiðir. Fiskaslaktarin í Miklagarði, Flemming Pasmus, sigur, at fiskamaturin í laksastyrju minnir um okkurt, sum liggur [...] sum royktan. Hann væntar, at styrjan sum filé verður seld fyri umleið 150 krónur fyri kilo við diskin í Miklagarði. Laksastyrjan vigar umleið 60 kilo. Flemming Pasmus byrjaði at arbeiða í Miklagarði í 1980
Orsøkin til, at Monika Stauss Joensen hevur fingið hendan heiðurin, er, at hon hevur ríkað Leirvík við tónleiki og offurvilja til hin einstaka. Tey siga, at hon hevur eini sjáldsom evni at síggja, hvør [...] Tað er greitt, eftir at navnið á ársins leirvíkingi varð avdúkað seinnapartin leygardagin, táið jólaskipið hevði lagt at í bygdini í allarfagrasta veðri. Hesuferð vóru fólk biðin um at koma við uppskoti til [...] pakkar gávur og skrivar vinarligar heilsanir. Ársins Rósa kemur úr fremmandum landi, og er tað sjáldsamt at síggja hennara vinarliga og tolsama lyndi, siga tey í grundgevingunum
sigur nevniliga, at tað ikki er loyvt at hava fleiri enn 5000 vinir, í øllum førum ikki sum einstaklingur. Katie Price ? vanliga nevnd Jordan ? fór yvir marki, og hevur júst uppliva at blíva blaka út av [...] endamál fáa loyvið til at fara upp um vina markið sum sigur 5000 vinir, men hetta er ikki gjørligt hjá einstaklingum, óansæð hvør viðkomandi er. Modellin Jordan hevur ongar ætlanir um at góðtaka reglugerðina [...] na hjá Facebook, og hon stríðist nú fyri at fáa sína síðu opnaða aftur. - Eg havi sett meg í samband við Facebook, og havi biði tey um at síggja tær reglugerðir tey hava revsa meg eftir. So lætt sleppa
hesum krøvum fer ikki at bera til hjá okkum at útvega nóg nógva eginfígging til framtíðar útbyggingar, sigur hann. Hann upplýsir samstundis, at felagið í løtuni er í ferð við at fáa eina sakkøna meting [...] stjóri í SEV, í eini viðmerking til avgerðina hjá Elveitingareftirlitinum at nokta SEV at hækka streymprísin 4 oyru kWh frá nýggjárinum at rokna. - Grundgevingarnar hjá Elveitingareftirlitinum fyri avgerð teirra [...] Sleppur SEV ikki at hækka streymprísin, hevur felagið ikki nóg mikið av eginfígging til framtíðar útbyggingar, sigur SEV-stjórin Lítil og ongin eginfígging og næstan 100 % lántøka við eini tvungnari a
2008. Ingi sigur, at so stórur áhugi var fyri framsýningini, at hann hevur avgjørt at lata hana upp aftur nú í januar. Ingi er bæði útbúgvin sum frítíðarkavari og vinnukavari. Hann sigur, at tað er stórur [...] myndum á havsins botni kring oyggjarnar. Hann sigur, at tað er ein heilt annar heimur, ið letur seg upp, tá man kavar. Har er so ómetaliga nógv vakurt at síggja niðri í sjónum. Nógv ymisk fiskasløg og sjáldsamar [...] sjálvur til staðar í framsýningarhølunum. Hon verður opin í tvær vikur. Ingi sigur at skúlaflokkar og onnur eru vælkomnir at vitja framsýningina uttan fyri tíðina, tá framsýningin er opin. Tey kunnu bara gera
vitja hjá oddaliðnum um vikuskiftið, so eru vónirnar góðar. - Tað er torført at siga, hvat vit vænta. Vit fara at gera alt fyri at fáa stig, og tað meta vit als ikki verða ómøguligt, sigur John Petersen, venjari [...] aftur øktur, og tað ræður nú um hjá EB/Streymi at halda tørn. - Liðið, sum spældi mikukvøldi, líktist ikki einum liði í kreppu. Nú skulu vit bara hugsa um at fáa trý stig hvørjaferð, sigur Egil á Bø, liðformaður [...] Berg er leikbannaður, meðan Teitur R. Joensen og Jógvan Joensen hava skaða at dragast við. Vali Miela er við aftur, eftir at hann sat leikbann av sær seinast.
av álvara farið at síggjast aftur Í sambandi við umhvørvisátak, álegði Klaksvíkar kommuna fyrr í ár borgarum og vinnufyritøkum at beina burtur bilvrak og annað órudd. - Vit hava sæð, at borgarar hava tikið [...] við lógina, ið sigur, at um eigari ikki ger sína skyldu at taka upp egið órudd, kann kommunan beina tað burtur fyri eigarans rokning. Tó skal kommunan hava eitt skipað karantenuøki at flyta á. Hevur eigarin [...] tikið átakið í álvara, og vóna, at gongdin heldur fram. Vit gevast ikki, fyrr enn vit eru komin á mál, sigur ein fús Tórhild Bjarkhamar, umhvørvisleiðari hjá Klaksvíkar kommunu. Men luturin hjá kommununi
ígjár, at tað var eitt sindur súrt, at tað ikki var fyrr enn nakrar øl vórðu komnar niðurum, at føroyingar slóu seg leysar. Um tað er so, veit eg ikki, men í nátt var hýrurin í toppi, tá ið Páll Finnur Páll [...] At føroyingar vakna um náttina sást týðiliga í nátt, tá ið Páll Finnur Páll endaðu festivaldagin. So at siga øll sungu við, tá ið fúlu sangirnir rungaðu út í náttina Linda Andrews nevndi á pallinum ígjár [...] tíma sungu fólk við, meðan onnur dansaðu. At enda, tá ið bólkurin varð klappaður upp aftur, bjóðaðu teir Faroe 5 á pallin, har tær hjálptu Finnuri og Páll Odduri at syngja ´Herbergið´. Frískt trekk. Beint