Fúla sangløtan

At føroyingar vakna um náttina sást týðiliga í nátt, tá ið Páll Finnur Páll endaðu festivaldagin. So at siga øll sungu við, tá ið fúlu sangirnir rungaðu út í náttina Linda Andrews nevndi á pallinum ígjár, at tað var eitt sindur súrt, at tað ikki var fyrr enn nakrar øl vórðu komnar niðurum, at føroyingar slóu seg leysar. Um tað er so, veit eg ikki, men í nátt var hýrurin í toppi, tá ið Páll Finnur Páll spældu fyri einum nærum fullum FLAGS-tjaldi.

 

Løgini hjá PFP eru løtt. Melodiirnir fangandi. Tekstirnir fúlir. Hesi eru nøkur av tingunum, ið gjørdu, at næstan hvørt einasta menniskja í FLAGS-tjaldinum sang við til sangir sum ´Mín russiski vinur´, ´Herbergið´, ´Dýr tíð´, ´Randi tig´ og ´Viðurkenning´. Og í væl meiri enn ein tíma sungu fólk við, meðan onnur dansaðu.

 

At enda, tá ið bólkurin varð klappaður upp aftur, bjóðaðu teir Faroe 5 á pallin, har tær hjálptu Finnuri og Páll Odduri at syngja ´Herbergið´. Frískt trekk.

 

Beint áðrenn fýratíðina varð síðsti tónin spældur, og farið varð út í dimmalættingina.