Sjáldsamur fiskur í Miklagarði

Í dag liggur ein stór laksastyrja í kuldadiskinum í Miklagarði, sum fiskaslaktarin í SMS hevur keypt frá fiskasølufelagnum Fo-Fish í Saltangará

Fiskur

 

Laksastyrja er ikki vanligur fiskur í føroyskum sjógvi, men hetta er tó ikki fyrstu ferð, at hesin fiskur er veiddur um okkara leiðir.

Fiskaslaktarin í Miklagarði, Flemming Pasmus, sigur, at fiskamaturin í laksastyrju minnir um okkurt, sum liggur millum laks og tunfisk.

- Hetta er ómetaliga góður og vælsmakkandi fiskur, leggur hann aftrat.

Flemming sigur, at laksastyrjan verður seld sundurskorin í filét-stykkir, sum kunnu vendast í mjøli og leggjast á pannuna.

- Eg fari eisini at roykja nøkur pettir av styrjuni, so fólk eisini sleppa at royna fiskin sum royktan.

Hann væntar, at styrjan sum filé verður seld fyri umleið 150 krónur fyri kilo við diskin í Miklagarði.

Laksastyrjan vigar umleið 60 kilo.

Flemming Pasmus byrjaði at arbeiða í Miklagarði í 1980 og var har fram til ár 2001.

- Nú havi eg aftur verið í Miklagarði í hálvt triðja ár, sigur hann.

Hetta er aðru ferð í søguni hjá Flemmingi sum fiskaslaktari í Miklagarði, at tey hava fingið eina laksastyrju, og tað eru 15 ár, síðan teir høvdu ta seinastu.