Ársins Rósa í Leirvík við sjáldsamum lyndi

Leirvíkingar hava valt sína ársins rósu og tað er ein útlendsk kvinna, sum hevur sett síni spor eftir seg í bygdini

 Ársins rósa í Leirvík eitur Moniku Stauss Joensen.

Tað er greitt, eftir at navnið á ársins leirvíkingi varð avdúkað seinnapartin leygardagin, táið jólaskipið hevði lagt at í bygdini í allarfagrasta veðri.

Hesuferð vóru fólk biðin um at koma við uppskoti til Ársins Rósu og síðan hava

Leirvíkingar valt Moniku Stauss Joensen sum Ársins Rósu 2008.

Sera nógv fólk var á bryggjuni og tóku í móti jólaskipinum og ikki minst, jólamonnunum í Leirvík fríggjadagin.

Tá ið skipið var farið avstað aftur, sang Bárður á Lakjuni nakrar jólasangir og síðan handaði Frígerð Heinesen, borgarstjóri, Moniku Ársins Rósu 2008.

Orsøkin til, at Monika Stauss Joensen hevur fingið hendan heiðurin, er, at hon hevur ríkað Leirvík við tónleiki og offurvilja til hin einstaka.

Tey siga, at hon hevur eini sjáldsom evni at síggja, hvør hevur brúk fyri ugga ella nøkrum vinarligum orðum, tá ið á stendur.

- Hon bakar og pakkar gávur og skrivar vinarligar heilsanir. Ársins Rósa kemur úr fremmandum landi, og er tað sjáldsamt at síggja hennara vinarliga og tolsama lyndi, siga tey í grundgevingunum