Myndir úr havsins dýpi

Í dag letur Ingi Sørensen, vinnukavari í Havn, upp eina myndaframsýning í Stephanssons húsi á Kongabrúnni í Havn.

Hetta er sama framsýning, sum var í november 2008. Ingi sigur, at so stórur áhugi var fyri framsýningini, at hann hevur avgjørt at lata hana upp aftur nú í januar.


Ingi er bæði útbúgvin sum frítíðarkavari og vinnukavari. Hann sigur, at tað er stórur munur á hesum útbúgvingum. Útbúgvingin sum vinnukavari kann taka upp til eitt ár, meðan útbúgvingin sum frítíðarkavari tekur eina til tvær vikur.


Við myndatóli hevur Ingi tikið hópin av myndum á havsins botni kring oyggjarnar. Hann sigur, at tað er ein heilt annar heimur, ið letur seg upp, tá man kavar. Har er so ómetaliga nógv vakurt at síggja niðri í sjónum. Nógv ymisk fiskasløg og sjáldsamar plantur umframt taran.


Framsýningin er opin gerandisdagar frá kl. 16-18, og tá er Ingi sjálvur til staðar í framsýningarhølunum. Hon verður opin í tvær vikur. Ingi sigur at skúlaflokkar og onnur eru vælkomnir at vitja framsýningina uttan fyri tíðina, tá framsýningin er opin. Tey kunnu bara gera eina avtalu við Setphansson Hús á telefon 314291.


mg