Hetta var samstundis Alheims Blindadagur, og í tí sambandinum hevði felagið sett sær fyri at vísa fólki á nýggjar møguleikar hjá teimum sjónveiku og blindu at kappast.
Úr Noregi høvdu tey fingið eitt serstakt skjótitól sum varð stýrt av ljóðum. Her ráddi um hjá luttakarunum at raka á mál, júst so sum gjørt verður tá tær stóru stjørnurnar kappast í skíðskjóting í samband við olympiskar vetrarleikir og annan vetrarítrótt.
Ein teirra ið royndi hetta tólið var Petur Klein úr Havn (myndin). Hann hevur verið í danska herinum í fýra ár og var í síni tíð útstasjoneraður í Bosnien.
Evnini at lurta og skjóta eigur hann, eingin ivi um tað: Í fimm royndum rakti hann 48 ferðir av íalt 50!
- Her ræður av sonnum um at lurta – og lurta væl, áðrenn mann trýstir á avtrekkjarin í rættari løtu.
- Eg haldi, at tað er í fínasta lagi at tey blindu eisini fáa møguleika at kappast á henda hátt, sigur hann í stuttari viðmerking.
Í Føroya Blindafelagið eru 85 limir, sambært heimasíðu teirra www.blind.fo.