Ov lítil fíggjarorka í SEV

Sleppur SEV ikki at hækka streymprísin, hevur felagið ikki nóg mikið av eginfígging til framtíðar útbyggingar, sigur SEV-stjórin Lítil og ongin eginfígging og næstan 100 % lántøka við eini tvungnari afturgjaldstíð uppá 50 ár, eru ikki nøktandi karmar fyri framtíðar útbygging av varandi orkukeldum.

Hetta sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, í eini viðmerking til avgerðina hjá Elveitingareftirlitinum at nokta SEV at hækka streymprísin 4 oyru kWh frá nýggjárinum at rokna.

- Grundgevingarnar hjá Elveitingareftirlitinum fyri avgerð teirra byggja á nýggjar treytir, ásettar bæði í loyvum og fráboðaðum frá Fjarskiftiseftirlitinum, sum SEV ikki kann taka undir við, sigur SEV-stjórin.

- Við hesum krøvum fer ikki at bera til hjá okkum at útvega nóg nógva eginfígging til framtíðar útbyggingar, sigur hann.

Hann upplýsir samstundis, at felagið í løtuni er í ferð við at fáa eina sakkøna meting av framtíðar kredittvirðinum hjá SEV, sum væntandi fyriliggur um einar 14 dagar ella so.

SEV kann kæra avgerðina hjá Elveitingareftirlitinum til Kærunevndina ella leggja málið fyri landsstýrismannin í vinnumálum.