Uppruddingararbeiðið hjá Klaksvíkar kommunu er av álvara farið at síggjast aftur
Í sambandi við umhvørvisátak, álegði Klaksvíkar kommuna fyrr í ár borgarum og vinnufyritøkum at beina burtur bilvrak og annað órudd.
- Vit hava sæð, at borgarar hava tikið átakið í álvara, og vóna, at gongdin heldur fram. Vit gevast ikki, fyrr enn vit eru komin á mál, sigur ein fús Tórhild Bjarkhamar, umhvørvisleiðari hjá Klaksvíkar kommunu.
Men luturin hjá kommununi sjálvari hevur heldur ikki ligið eftir. Fleiri kommunal øki eru í ferð við at verða ruddað, meðan onnur eru liðug.
Sum lið í átakinum tók kommunan, fyri góðum mánaða síðani, stig til eitt sonevnt karantenuøki, sum longu hevur verið nógv brúkt.
Karantenuøkið er skipað í tráð við lógina, ið sigur, at um eigari ikki ger sína skyldu at taka upp egið órudd, kann kommunan beina tað burtur fyri eigarans rokning. Tó skal kommunan hava eitt skipað karantenuøki at flyta á.
Hevur eigarin ikki verið eftir sínum luti innan 14 dagar, verður hetta beint burtur og rokningin send eigaranum.











